Í vikuskiftinum vóru tvær stórar bilaframsýningar í Runavík og í Klaksvík, har bilasølurnar sýndu fram nýggjastu bilarnar á føroyska marknaðinum.
Hetta er tíðin, tá bilaframsýningar eru kring landið. Í vikuskiftinum vóru tvær bilaframsýningar, ein í ítróttarhøllini í Runavík, sum svimjifelagið “Flot” skipaði fyri, og ein í KÍ-høllini í Klaksvík, sum felagið “Teiti” skipaði fyri.
Í KÍ-høllini vóru hesar bilasølurnar umboðaðar: Ivan Johansen Bilar, Berg Motors, Reyni Service og Norðbil/Nordcar. Í Runavík vóru hesar bilasølurnar: Reyni Service, Auto Service, VR Bilar, Wenzel, Berg Motors og Norðbil/Nordcar.
Við tað at nógvar av bilasølunum selja fleiri bilmerkir, vóru yvir 20 ymisk bilmerkir umboðað á báðum bilaframsýningunum.
Framsýningarnar vóru væl vitjaðar, og stórur áhugi var fyri nógvum av teimum nýggju bilmodellunum, sum eru komin á marknaðin í vár.