Nýggjar tíðir hava nýggjar avbjóðingar við sær. Tað staðfesti Súsanna Bertholdsen, forkvinna í Sosialu Nevnd hjá Tvøroyrar Býráð, tá ið hon bjóðaði tvørafólki og tilflytarum, vælkomnum til eitt serligt samansjóðingarkvøld, Býráðið skipaði fyri á Seglloftinum á Tvøroyri gjárkvøldið.
Endamálið er at samansjóða tvørafólk og tey sum eru flutt til kommuna. Og har er eisini nakað at samansjóða, tí hon upplýsti, at á Tvøroyri búgva einir 60 tilflytarar úr øðrum londum enn Norðurlondum, og tey koma úr eini 25 ymsum londum. Sostatt eru 2,7 prosent av fólkinum á Tvøroyri tilflytarar úr øðrum londum enn Norðurlondum.
Talan er um lond sum Bosnia, Brasilia, Burma, Filipsoyggjunum, Gana, Hollandi, Jamaika, Jugoslavia, Kenja, Nigeria, Póllandi, Serbia, Stórabretlandi, Suðurafrika, Tailandi, Venesuela og Týsklandi.
Og forkvinnan í Sosialu Nevnd vísti á, at ætlanin er at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak, har ætlanin er, at tilflytarar og tvørafólk annars, fáa høvið til at heilsa uppá hvønn annan og fáa eitt sindur at vita um hvønn annan.
At flyta til eitt fjarskotið oyggjaland sum Føroyar, kann sjálvsagt hava sínar avbjóðingar við sær, segði hon, men tey í býráðnum sóu tað sum eina skyldu at royna at samansjóða fólkið í eitt felags samfelag, legði hon afturat.
Á tiltakinum var tónleikur, har Jasmin Mote, sum vann tónleikakappingina, Sement, sang. David Im, integrasjónssamskipari á útlendingastovuni, hevði eina framløgu, og Orathai Wongwai, vanliga nevnd, Eyð, úr Tailandi, hevði gjørt smáar, tailendskar rættir, so fólk kundi fáa ein smakk. O
g tey høvdu eisini fingið framsýningina, ið Sally Hentze gjørdi til “Diversity Week” í Tórshavn í fjør, suður. Talan er um myndir eru av tilflytarum í Tórshavn og undir myndunum er stutt prát við tey. Og annars fóru tey eisini upp á gólv.
Og sum rosinan í pylsuendanum las Ashley, sum er av Jamaika, men sum býr á Tvøroyri, yrkingina, Vár við lýggjum vindi, og hervið vísti hon, hvussu væl tað kann muna hjá útlendingum at fáa undirvísing í føroyskum.
Niða fyri eru nakrar myndir frá tiltakinum