Nýggjar tíðir í Fuglafirði

Kvinnurnar umborð á Erlu Kongsdóttir settu við sannførandi sigri Fuglafjørð á kappróðrarkortið

Kappróður

 

Síðani 1973 hevur tað verið kappast um FM heitið í kappróðri upp á tann mátan, sum tað framvegis verður gjørt.

Higartil hevur tað ongantíð eydnast einum báti úr Fuglafirði at vinna FM heitið. Um tað fer at eydnast í 2009 fæst at vita í seinasta lagið á Ólavsøku. Men um úrslitini á Norðoyastevnu skulu nýtast sum grundarlag undir metingini, so er tað góður møguleiki fyri, at tað, sum ikki hevuyr eydnast áður, skal fara at eydnast teimum í Fuglafirði í ár.

Kvinnurnar umborð á Erlu Kongsdóttir løgdu bragdliga fyri, og tað hefti einki fyri hjá teimum. Erla Kongsdóttir var eina løtu eina bátslongd frammanfyri Frúnna úr Miðvági, sum áður hevur vunnið so nógv.

Eina løtu sá tað út til, at Frúgvin skuldi bjóða av í kappingini um fremsta plássið, og á málinum var grøni báturin úr Fuglafirði umleið eina hálva bátslongd undan Frúnni.

Tað vóru bara hesir báðir bátarnir, sum kappaðust um fremsta plássið. Hvassi, sum endaði á triðja plássi, var meiri enn eina bátslongd aftanfyri Frúnna.

At tað eydnaðist Erlu Kongsdóttir at vinna fer ivaleyst at bera við sær, at áhugin fyri kappróðri í Fuglafirði nú fer at verða størri, enn hann kanska hevur verið seinastu árini. Tey eru mong, sum hava fylgt og stuðlað Frúnni, og næstu leygardagarnar fer eisini at hoyrast meiri til teirra, sum stuðla Erlu Kongsdóttir. Tað eru nýggjar kappróðrartíðir í Fuglafirði!