Nýggjar samráðingar við danir

Eitt ja á fólkaatkvøðuni í mai skal brúkast til at fáa tólv ára skiftistíð frá dønum. Hóast Nyrup heldur fast um, at skiftistíðin verður fýra ár, fer atkvøðan at snúgva seg um tólv ár. Hetta fyri at styrkja eina nýggja føroyska samráðingastøðu við fólkinum í rygginum

Fólkaatkvøðan í mai skal brúkast til at styrkja eina føroyska samráðingarstøðu í nýggjum samráðingum við danir.

Hetta viðurkennir Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyri Sosialinum.

? Vit vilja vísa Nyrup, at føroyska fólkið ynskir at minka blokkin og yvirtaka málsøki eftir tólv árum, sum landsstýrið hevur skotið upp. Vit skulu vísa danska forsætisráðharranum, at vit hava gjørt eina ætlan, sum er kjølfest í fólksins vilja, sigur Anfinn Kallsberg.

Løgmaður sigur seg vænta eitt ja á fólkaatkvøðuni í mai. Og við hesum úrsliti í rygginum ætlar løgmaður sær í holt við nýggjar samráðingar við donsku stjórnina.

Løgmaður vísir á, at tað, sum landsstýrið leggur upp til, er, at løgtingið samtykkir eina gongd á 12 ár í einari løgtingslóg, sum síðani verður staðfest við einari fólkaatkvøðu. Í hesari løgtingssamtykt verður sagt, at málsøkini, sum vit eftir heimastýrislógini kunnu yvirtaka, verða yvirtikin næstu tólv árini. Í sama tíðarskeiði skal eisini fíggjarligi parturin, sum er tengdur at málsøkjunum eisini flytast til føroyingar at gjalda.

? Hetta vil siga, at vit taka á okkum fulla ábyrgd, bæði av málsøkjunum og av rakstrinum av teimum, ger løgmaður greitt.

Løgmaður ásannar, at hóast føroyingar á fólkaatkvøðuni í mai samtykkja, at tíðarskeiðið skal vera 12 ár, er neyðugt við samráðingum við danir um hetta.

? Sjálvsagt skulu samráðingar til. Tí vit hava ein mótpart, sum eitur danska stjórnin. Men tað er ikki danska stjórinin, sum avger, hvat Føroya fólk atkvøður um á einari fólkaatkvøðu, staðfestir løgmaður.


Vísa á fólkaviljan

Eftir fund við Føroyanevndina hjá Fólkatinginum týsdagin gjørdi danski forsætisráðharrin greitt, at danska stjórnin fatar fólkaatkvøðuna í mai sum eina fólkaatkvøðu um loysing. Stjórin heldur í veruleikanum, at nýggja ætlanin hjá landsstýrinum ikki liggur so langt frá upprunaligu fullveldisætlanini, sum landsstýrið vil vera við.

Tí eru greiðu boðini frá danska forsætisráðharranum, at blokkstuðulin er burtur um fýra ár, um føroyingar atkvøða ja á fólkaatkvøðuni í mai.

Hesi boð fatar løgmaður sum eina hóttan frá dønum, fyri at fáa føroyingar at atkvøða nei.

Men samstundis ásannar løgmaður, at tað eru danir, sum í seinasta enda gera av, hvussu leingi vit fáa blokkstuðul. Annars kundi landsstýrið bara spurt føroyska fólkið á fólkaatkvøðu, um tey ynsktu blokkin at halda fram í 100 ár.

Orsøkin til, at landsstýrið vil hava Føroya fólk at atkvøða, um tey ynskja blokkin minkaðan burt eftir tólv árum, er rætt og slætt fyri at staðfesta fyri danska forsætisráðharranum, at føroyska fólkið stendur aftan fyri ætlan landsstýrisins, so landsstýrið kann fáa stjórnina at ganga við uppá ætlanina hjá landsstýrinum, viðurkennir løgmaður.


Nýggj fólkaatkvøða

Eftir fólkaatkvøðuna, skal landsstýrið aftur til samráðingarborðið saman við dønum. Verður úrslitið ja á fólkaatkvøðuni, hevur landsstýrið eitt føroyskt fólkakrav um 12 ára skiftistíð við sum barlast.

Men tað kann hugsast, at danska stjórnin kortini ikki gongur við uppá 12 ár. Ger hon ikki tað og úrslitið í staðin verður til dømis 7 ár, skulu føroyingar sambært løgmanni aftur til fólkaatkvøðu.

? Er tað fyrst samtykt á eini fólkaatkvøðu, at skiftistíðin skal vera 12 ár, mugu vit eftir mínum tykki aftur til eina nýggja fólkaatkvøðu, um úrslitið verður nakað annað, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.

Verður úrslitið av eini fólkaatkvøðu, sum snýr seg um til dømis sjey ára skiftistíð eitt nei, standa vit aftur í somu støðu, sum í dag, viðurkennir løgmaður.