Alt bendir á, at ítøkiligar ætlanir eru um at byggja eitt nútímans pelagiskt virki á økinum millum Havsbrún og bygningin hjá Bergfrosti í Fuglafirði Minkandi ráfiskanøgdin hjá Havsbrún í Fuglafirði seinastu árini hevur fingið fuglfirðingar at stinga høvdini saman.
Hóskvøldið var almennur býráðsfundur í Fuglafirði, og eftir hendan fundin var ein framløga um møguleikarnar at byggja eitt nútímans pelagiskt virki ímillum Havsbrún og bygningin hjá Bergfrosti á havnalagnum í Fuglafirði.
Portalurin var í Fuglafirði í hóskvøldið fyri at fregnast um ætlanina, men partarnir, sum skipaðu fyri og lýddu á, vóru samdir um, at einki ítøkiligt skal sigast, fyrr enn vinnan í økinum er kunnað um ætlaninar.
Sigurd Simonsen, borgarstjóri, sigur, at væntandi fær almenningurin meiri at vita um málið einaferð í næstu viku.
Herfyri bjóðaði Fuglafjarðar býráð landsstýrismanninum í vinnumálum, Jóhan Dahl, til Fuglafjarðar at kunna seg um, hvørjar vinnuligar ætlanir eru í økinum.
Jóhan Dahl sigur, at hann á hesum fundi fekk at vita, at Fuglafjørður ynskir at gerast ein tænastu-og tilfeingisdepil, og á hesum fundi fekk hann eisini eina kunning um nýggju pelagisku verkætlanina í Fuglafirði.