Mánadagin hevði sitandi eldraráð í Tórshavnar kommunu sín seinasta fund. 1. Januar tekur nývalda eldraráð við.
Mortan Rasmussen hevur verið formaður seinastu tvær seturnar.
Hann sigur, at ráðið hevur havt fund fast annan hvønn mánadag.
- Tað hava ikki altíð verið so nógv mál á skránni, men tað hevur altíð verið ymist at tosa um, sigur Mortan Rasmussen.
Hann heldur, at tað hevur stóran týdning at hava eitt eldraráð, sjálvt um tað ikki altíð fær afturljóð.
Fyri at bøta um samskiftið fekk eldraráðið í lag at fáa fund við alla leiðsluna í býráðnum eina ferð um ársfjórðingin. Tað var eitt stórt framstig, tí henda skipan gav eldraráðnum møguleikan at bera fram tey mál, sum hava ligið teimum eldru borgarunum á hjarta.
Eldraráðið telur fimm limir, men siðvenjan hevur alla tíðina verið, at tríggir eykalimir hava verið við á nevndarfundunum.
- Limirnir hava møtt so væl upp, at bara eina ferð varð níggjundi limurin biðin um at koma á fund, tá ið einum limi barst frá, sigur Mortan Rasmussen.
Eftir at hava verið í eldraráðnum í tvær setur valdi Mortan Rasmussen nú ikki at stilla upp aftur.
- Eg havi tímað væl, og samstarvið hevur verið sera gott, men eg havi nógv annað at takast við, og nú kunnu onnur taka við, sigur Mortan Rasmussen.










