Nýggjar bøkur á marknaðin

Bókadeild føroya Lærarafelags gevur í hesum døgum út nýggjar bøkur Liesbet Slegers: Eta/Sova

Til tey smæstu børnini eru bøkurnar Eta og Sova. Hetta eru fittar pappbøkur við gerandismyndum. Í bókini Sova, síggja vit myndir av tí, lítla barnið ger, áðrenn tað fer at leggja seg at sova. Í bókini Eta eru myndir av tí, sum fer fram rundan um eina máltíð hjá barninum. Av tí at hetta eru gerandisstøður, er nógv at tosa um saman við barninum.

Bøkurnar eru 12 bls. hvør.

Francesca Simon: Herviligi Henry og undirbuksurnar/ Hervilig Henry og stinkbumban

Herviligi Henry hevur rættiliga gjørt vart við seg bæði úti í heimi og her í Føroyum. Børn elska at lesa ella hoyra um henda drongin, sum ger beistagerðir við eitthvørt høvi. Henry er ikki bara ein fortreðgerari, men hann er eisini ógvuliga sjarmerandi, og so fær tað, hann ger, sera stuttligar avleiðingar.

Tony Ross myndprýðir søgurnar um Henry, og Bergur Rasmussen týðir. Í hvørjari bók eru fýra søgur, so her er ríkt høvi at fáa sær eitt gott grin úti í sólini.

Hervilig Henry og undirbuksurnar er 102 bls. og Hervilig Henry og stinkbumban er 88 bls. Tær eru heftar.

Laura Trenter: Myndabókin

Fleiri kenna kanska bøkurnar hjá svenska høvundanum. Hon skrivar krimikendar søgur, sum eru væl dámdar millum stór børn og ung.

Henda er eitt sindur øðrvísi: hóast hetta í grundini er ein krimi, hevur Laura Trenter í hesari bókini brúkt fotomyndir, sum so at siga blanda seg upp í loysnina av málinum, men mangan ørkymlaørkymla tær meira enn gera nakað greiðari, og tað ger bókina nógv meira spennandi at lesa. 225 bls.