Fyrrapartin byrjaði skúlagongdin í nýggjast skúla okkara - skúlanum á Argjahamri. Her kundu bæði næmingar, foreldur og lærarar fegnast um stórslignar karmar í skúlanum sum hevur kostað 199 mió krónur.
Dagurin byrjaði heldur øðrvísi enn aðrir dagar í nýggjum skúlum.
Rættari er tó at siga, at tey fyrst møttu í gamla skúlanum, áðrenn lagt varð til brots í skrúðgongu niðan í nýggja skúlanum, alt meðan tey sungu kenda sálmin "Gakk tú tryggur fram við góðum treysti".
Í nýggja skúlanum er pláss fyri 450 næmingum, men í fyrsta umfari verða tey 321.
Í morgun møttu bert 2. til 9. flokk. Í morgin møtir 1. flokkur í nýggja skúlanum.
Skúlastjóri er Marjun Holm.