Nýggjan lækna á Tvøroyri

Nýggjur lækni skal finnast á Tvøroyri, tí Arnhold Olavsson Jensen hevur sagt seg úr starvi, eftir at hann alment hevur funnist at atgerðarloysinum hjá kommununi í sambandi við skitna drekkivatnið

Kommunulæknin sjálvur hevur absolutt onga viðmerking til uppsøgnina. Hann vil ikki so frætt sum vátta, at hann hevur sagt seg úr starvi, men í heilsumálaráðnum hava tey fingið eina uppsøgn frá Arnhold Olavsson Jensen, sum er galdandi frá 1. januar 2014. Tað váttar deildarstjórin har, Hansa Sørensen.

Verður ikki hoyrdur
Uppsøgnin kemur í kjalavørrinum av søguni sum Sosialurin borðreiddi við í gjár, har kommunulæknin alment ráddi fólki frá at drekka drekkivatnið á Tvøroyri, tí tað var so mikið skitið, at tað var heilsuskaðiligt.
- Hetta er í besta føri uttan virðing fyri borgaran og í ringasta føri beinleiðis vandamikið fyri onkran. Eg skilji ikki, at kommunan kann leggja so lítið í borgaran. Antin er talan um vantandi vilja frá kommununi ella vantandi førleika. Veit ikki hvat er verri. Havi roynt at tosa við øll í kommununi, men eingin leggur í, hevur Arnhold Olavsson Jensen sagt á Facebook.
Í gjár ynskti hann ikki at koma nærri inn á sínar útsagnir í Sosialinum, men hann segði seg standa við tær ávaringar, hann var komin við.
- Nú havi eg sum lækni her á staðnum ávarað ímóti hesi vandastøðu. Og tí er tað nú upp til tykkum sum manna býráðið at gera nakað við hetta, ella mugu tit liva við avleiðingunum av einki at gera, skrivaði kommunlæknin eisini.
Týsdagin gjørdi Arnhold Olavsson Jensen álvara av sínum hóttanum, og sagt seg úr starvi.

Eitt ár í starvi
Arnhold er 38 ára gamal og varð útbúgvin lækni frá Keypmannahavnar Universiteti í 2003. 1. mai í fjør tók hann við starvinum sum kommunulækni á Tvøroyri, men hetta hevur hann nú sagt frá sær.

rolant@sosialurin.fo