Nýggjan framleiðsluteknikk á Look North

Framleiðsluhátturin er ikki brúktur í Føroyum fyrr, og kallast "termoforming"

Fyritøkan Look North í Klaksvík, sum millum annað framleiðir tundur kassar, sum verða nýttir at køla fisk í hevur nú ein nýggjan framleiðsluhátt. 

 

Framleiðsluhátturin er ikki brúktur í Føroyum fyrr, og kallast "termoforming". Við termoforming er møguligt at forma og kopiera plastikk á ein nýggjan hátt.

 

-Termoforming er væl egnað til smáar seriur, ístaðin fyri at verða noyddur at framleiða fleiri tíggjutals- ella hundraðtalstúsund hvørjaferð, so fáa vit nú framleitt í smærri mongdum og til ein bíligari penga. Vit kunnu gera kopi av hørðum plasti og hervið loysa tekningsar uppgávur, sigur Árni Skaale, stjóri á Look North.

 

-Maskinan kom í síðstu viku, og nú byrja vit at læra okkum at brúka hana, sigur Árni Skaale.

 

Nakað hevur verið frammi um, at Look North ynskir ein størri bygning, enn hann teir hava úti í Klaksvík. 

 

-Vit hava søkt um byggiloyvi, tí vit hava nokk at gera, og vilja fegin byggja út, men tað er ikki komið har til at vit enn fara undir at byggja enn. Hetta er fyrsta fetið í eini langari tilgongd, tí vit mugu fáa onnur ting uppá pláss fyrst, sigur hann.