Í yvirlitinum hjá Business Line yvir seinastu broytingarnar í partafelagsskránni sæst, at nýggja venjingarmiðstøðin í miðbýnum í Havn nærkast í hvørjum.
In.fo hevur fyrr skrivað um, at Jákup Suni Berg fer at lata eina nýggja venjingarmiðstøð upp í Handilskjarnanum, sum skal eita Burn.
Tað er SMS, sum eigur Handilskjarnan og fyrr í ár gjørdist greitt, at Mylnan skal lata upp í hølunum, har Tórgerð Suðuroy annars hevur hildið til seinastu tíðina.
Síðani kom undan kavi, at Burn skal vera í hinum hæddunum í bygninginum.
Nú vísir partafelagsskráin, at umframt at partapeningurin í Burn Fitness er hækkaður við einari millión krónum, harav helvtin er goldin kontant og hin gjøgnum onnur virði áljóðandi eina hálva millión, so er eitt nýtt partafelag sett á stovn, Burn Finans.
Nýggja partafelagið skal fáast við keyp, sølu, handil og útleigan og hevur ein partapening á 1,5 milliónir krónur. Stovnarar í felagnum eru P/F SMS og P/F Jákup Suni Berg. Nevndarlimir eru Niels Mortensen, sum er formaður, Jákup Suni Berg, Susanne Nielsen og Jens Andrias Vinther. Jákup Suni Berg er eisini stjóri í felagnum.
Nýggja venjingarmiðstøðin letur upp í desembur.
Les eisini Fitnessmiðstøð letur upp í Handilskjarnanum í Havn