Stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Bárður Enni, varð bjóðaður til Rituvíkar, tá ið vatnverkið varð tikið í nýtslu. Hann fekk møguleika at síggja umstøðurnar í Rituvík, og niðurstøðan hjá honum má sigast at vera positiv:
Fyrimynd
- Tað fyrsta tú leggur til merkis, tá tú kemur til økið, er hvussu væl alt er frágingið. Økið er innistikað, fysisku karmar kunnu ikki vera betri og tekniski útbúnaðurin er tað, sum í dag kann væntast av einum nútímans vatnverki. Við at lúka krøvini, sum verða sett til eitt matvøruvirki, sum eitt vatnverk í veruleikanum er, hevur Runavíkar kommuna avgjørt fatur í tí rætta endanum, og er hetta vit síggja í Rituvík avgjørt ein fyrimynd, sum onnur í líknandi støðu kunnu læra nógv av.
- Eg skilji, at tey eisini hava kannað góðskuna á drekkivatninum í Rituvík, bæði mikrobiologiskt og kemiskt. Gjørdu kanningarnar vísa, at drekkivatnið lýkur ásett krøv, sigur Bárður.
Hóast Bárður Enni fegnast um góðu skipanina í Runavík, so ásannar hann, at umstøðurnar ikki eru so góðar allastaðni í landinum:
- Í ár hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan vitjað allar kommunur í landinum, fyri at staðfesta viðurskiftini rundanum vatnverk og vatnveiting. Ásannast má, at umstøðurnar eru sera ymiskar runt um í landinum. 80 % av borgarunum í landinum fáa reinsað vatn. Íalt eru tað 118 vatnveitingar, harav einans 39 veita reinsað vatn. Tær vatnveitingar, sum veita óreinsað vatn, eru serliga á teimum smærru bygdunum, men eisini onkur stór bygd/býur eru millum økini, sum fáa óreinsað vatn frá vatnveitingini.
ES ásetingar
Hann vísir á, at krøvini til drekkivatn eru strang, tí at tað er at meta sum matvøra. Krøvini, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan setir, eru í tráð við ES ásetingarnar.
- Alt arbeiðið hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni verður gjørt við heimild í matvørulógini, sum jú ásetur, at drekkivatn er at meta sum ein matvøra. Við støði í hesum royndum, er tað gjørt uppskot til kunngerð um rakstur av vatnverkum. Kunngerðin tekur eisini støði í ES ásetingum. Æltanin er, at kunngerðin skal verða karmurin um arbeiðið hjá teimum, sum reka vatnverk og grundarlagið undir arbeiðið hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sigur Bárður Enni at enda.