Nýggja uppskotið: Oljuinntøkur skulu mótroknast í blokkinum

Landsstýrið mælir í nýggjum uppskoti til, at møguligar oljuinntøkur skulu mótroknast í blokkstuðlinum

Á samráðingarfundinum við donsku stjórnina í gjár legði landsstýrið eitt nýtt uppskot um búskparliga skiftistíð fram. Landsstýrið skjýtur upp, at møguligar oljuinntøkur verða mótroknaðar í blokkstuðlinum.

Landsstýrið mælir til, at blokkstuðulin minkar stigvíst til hann er burtur um 15 ár. Um Føroyar fáa oljuinntøkur innanfyri næstu 15 árini, verður tann stuðulin, sum er latin eftir tey fýra árini, sum stjórnin vil lata í skiftistíð, roknaður sum lán og skal gjaldast aftur.

Landsstýrið sigur, at tað hevði verið órímuligt at tikið ímóti blokkstuðli í 15 ár, um Føroyar fáa trivaligar inntøkur frá oljuvinnuni, og óansæð hvør loysn verður vald, fer tað at hava við sær munandi sparingar fyri statskassan.ngurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.

Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.

Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.

Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.

Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.