Nýggja tyrvingarplássið á Tinghúsvøllin!

   

Marin Katrina Frýdal
valevni Tjóðveldisflokksins til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu
??????
Tað fall mær fyri bróstið at lesa um ætlanirnar hjá býráðnum at heilsa nýggju kommununi heimanfyri vælkomnan uppí felagsskapin við at brúka tey til køst. Eftir mínum tykki, sigur hesin framburður ógvuliga nógv um hugburðin hjá býráðnum, bæði tá ið ræður um umhvørvismál og ikki minst um virðingina fyri teimum smærru kommununum, ið leggja saman við Tórshavnar kommunu á nýggjárinum. Harafturat haldi eg, at hetta er eitt ógvuliga keðiligt og neiligt tekin/signal at senda út við byrjan av einum samstarvi.
Í bløðunum um dagarnar hevur verið skrivað um ætlanir at finna hóskandi øki til nýtt tyrvingarpláss. Sagt varð frá, at ein kanning er gjørd, við luttøku av bæði føroyskum og útlendskum serfrøðingum, fyri at finna, hvar best hóskandi stað er at leggja nýggja tyrvingaplássið. Úrslitið av hesi kanning var, at trý hóskandi støð vórðu funnin. Øll vóru tey heimanfyri, Fossdalur, ið er norðan fyri Velbastað, við Breiðá, ið er sunnan fyri Velbastað og so Glyvursnes. Talan er um náttúru-vøkur støð, sum eisini nógv havnafólk í áravís hava havt stóra gleði av at koma út í, í sínum fríløtum frá hvønndagsligum strevi.
Eg eri stórliga bangin fyri, at tá ið býráðið hevur ætlanir um at fara so langt úr miðbýnum við sínum ruski, so er tað tí, at ætlanin er at gera ein nýggjan køst, eins og tann ið var við ruskstøðina úti í Havnardali á sinni ella við tyrving-arplássið á Húsareyni, ið er hvørki meira ella minni enn ein tikkandi umhvørvisbumba. Mær tykir, at her er talan um "ude af øje, ude af sind" politikk.
Við teimum endurnýtslumøguleikum og tí tøkni, vit hava í dag, ber til at byggja tyrvingarpláss, sum eru so rein fyri umhvørvið og náttúruna, at tey nærmast kunnu liggja millum hús. Hetta er kostnaðarmikið, tað vita vit, men hetta mugu vit taka okkum ráð til, tí vit hava snøgt sagt ikki ráð til at lata vera. Okkara land er lítið, og tí skjótt at niðurbróta við dálking og aðrari óhumsku, ið ongantíð oyðist ella forferst í náttúruni. Vit mugu hjúkla og fara væl um land-ið, tí vónandi koma nógv, nógv ættarlið aftaná okkum, og skal teimum so sanniliga eisini verða unt at búleikast, eins og vit, í einum reinum óspiltum landi.
Tí er mítt uppskot, at nýggja tyrvingarplássið verður bygt so nær tí stóra virkseminum/vinnulívinum sum møguligt. Nei, tó ikki á Tinghúsvøllinum, sum yvirskriftin sipaði til, men tó so nær, at vit noyðast at seta harðastu krøv til útlát, frárensl v. m. At hava tyrvingarplássið so nær virkseminum/vinnulívinum sum møguligt, sparir eisini uppá koyring til og frá, ið aftur er sparing uppá orku, dálking og harafturat vegaslit.
Tjóðveldisflokkurin fer altíð at stríðast fyri at varðveita náttúruna og umhvørvið.