Nýggja útstykking á Fossum er nú farin í gongd. Sostatt er klárt at fara undir arbeiðið, at klárgera 91 nýggj grundøkir.
Tað var Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum settið fyrsta spakan í. Harvið er dagurin í dag eitt stórt fet í bústaðarbyggingini í Klaksvik.
Útstykkingin verður gjørd í trimum byggistigum, og samlaða talið av grundstykkjum er 91, harav 44 grundstykkir til sethús og 47 til raðhús. Í fyrsta byggistiginum verða 21 grundstykkir til sethús og 13 til raðhús.
Øll grundøkini verða útgrivin og gjørd byggiklár, og hetta fer at lætta um arbeiðið hjá teimum, ið keypa grundstykki.
Klaksvíkar kommuna gjørdi í september 2018 avtalu við SNA arkitekar um projekteringina. Øll verkætlanin fer væntandi at taka trý ár, eftir at sáttmáli er undirskrivaður við arbeiðstakara.
##med2##
##med3##
##med4##