Fyrsta málið á skránni hjá nýggja løgtinginum verður at góðkenna valbrøvini og úrslitið frá løgtingsvalinum 29. oktober.
Løgtingið fer at felja nýggjan løgtingsformann og tríggjar næstformenn. Enn er ikki greitt, hvør verður formaður, men Fólkaflokkurin eigur formannin, og roknað verður við, at tað annaðhvørt verður Jógvan á Lakjuni ella Bjarni Djurholm.
Sjónvarpið sendir tingfundin beinleiðis.
Nýggja løgtingið er mannað soleiðis:
Fólkaflokkurin
Annika Olsen
Jacob Vestergaard
Jákup Mikkelsen
Jørgen Niclasen
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Jógvan á Lakjuni
Bjarni Djurholm
Hanus Samró
Sambandsflokkurin
Kaj Leo Johannesen
Bárður Nielsen
Bjørn Kalsø
Rósa Samuelsen
Alfred Olsen
Helgi Abrahamsen
Johan Dahl
Edva Jacobsen
Javnaðarflokkurin
Aksel V Johannesen
Kristin Michelsen
Gerhard Lognberg
Rigmor Dam
Henrik Old
Eyðgunn Samuelsen
Sjálvstýrisflokkurin
Kári P. Højgaard
Tjóðveldi
Høgni Hoydal
Kristina Háfoss
Bjørt Samuelsen
Gunnvør Balle
Páll á Reynatúgvu
Sirið Stenberg
Framsókn
Poul Michelsen
Janus Rein
Miðflokkurin
Jenis av Rana
Bill Justinussen