Nýggja útgávan gjørdi sær ikki fyri skommum

Tepra tapið ímóti Póllandi var heiðurligt, men eftir dystin iðraði venjarin seg um, at tað ikki hevði eydnast at fingið javnleik

LANDSDYSTUR

At megna tepurt 2?1 tap ímóti Póllandi í februar í oysandi regni er ikki so galið. Tað munnu allir fótbóltshugaðir føroyingar vera samdir í. Setti landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen, heldur, at úrslitið, sum landsliðið rakk í Limasol á Kypros sunnukvøldið, er at liva við:
? Skal eg siga sum er, so hevði eg ikki bestu vónirnar, tá fleiri av royndu spælarunum góvu avboð, og tá útisetarnir heldur ikki vóru tøkir. Hugburðurin var, at nú høvdu nýggir spælarar møguleikan at vísa, hvat teir megnaðu. Spælarunum varð lagt eina við, at teir skuldu royna at spæla fótbólt og ikki at sparka. Og spælararnir eiga alt rós uppiborið fyri, at teir sparkaðu ikki, men teir royndu at spæla.
Tú sigur, at úrslitið er at liva við, men ert tú nøgdur við at tapa 2?1?
? Frammanundan roknaði eg í mínum stilla sinni við, at um tapið ikki gjørdist størri enn 3?0, so var tað væl og virðiliga at liva við. Nú iðri eg meg um, at tað ikki eydnaðist at megna javnleik. Teir vóru kanska betri fyri enn vit, men eg haldi avgjørt, at vit høvdu møguleikarnar at megna janvleik. Eydnan var ikki við okkum í avgerandi støðunum.
Men hinir høvdu eisini fleiri stórar møguleikar?
? Teir høvdu bóltin meiri enn okkara menn, men teir høvdu ikki so nógvar møguleikar. Jens Martin var óførur at taka sær av bóltunum, sum teir royndu at stinga fram ímillum. Tað tók broddin av teimum. Tá hetta ikki eydnaðist, fóru teir í 2. hálvleiki at senda langar diagonalbóltar í borðini. Hetta fór við so mikið nógvari tíð, at okkara megnaðu at skipa seg mitt fyri, áðrenn tvørbóltarnir komu. Hetta hevði við sær, at Jens Martin sera sjáldan noyddist so at siga at stórbjarga, sigur Jógvan Martin Olsen, sum fegnast um, at hansara menn dugdu at geva aftur av somu skuffu, tá mótstøðumenninir løgdu fyri við harðligum kropsligum spæli og við ælbogunum langt frá kroppinum og ofta í so ovarlaga.
Og tykkara málmøguleikar?
? Heðin á Lakjuni hevði tvær fínar royndir í 1. hálvleiki, sum høvdu betri uppiborið. Uni Arge hevði eisini fleiri góðar royndir. Hóast munurin ikki var so øgiliga stórur, so var tað týðuligt seinnapartin av 2. hálvleiki, at orkan hjá mótstøðumonnunum var eitt sindur størri, enn hon var hjá okkara monnum. Teir kroystu okkum eitt sindur. Men 2. hálvleikur endaði málleysur, og tað var serliga hugaligt, at tað síðstu minuttirnar eydnaðist okkara monnum einar tríggjar ferðir at spæla seg til stórar møguleikar, men tíverri komu vit ikki nærri, enn at Uni Arge úr spískum sendi umvegis fótin á einum og í síðunetið, og at eitt hornasparksinnlegg datt niður við handara stólpan, uttan at nakar var at beina bóltinum í málið, tíverri.

Málini
Pólland kom á odda, tá eitt korter var farið. Uppspælið var í høgru, teir komu inn um føroysku verjuna, og flata innleggið varð úr stuttari fjarstøðu stýrt í málið, uttan at Jens Martin Knudsen hevði nakran møguleika at bjarga.
Rógvi Jacobsen javnaði til 1?1, tá 1. hálvleikur var ein knappan hálvan tíma gamalur. Heðin á Lakjuni lyfti inn um miðverjuna, og Rógvi Jacobsen tamdi og sendi framvið málverjanum, meðan pólverjarnir vildu hava dómaran at bríksla fyri rangstøðu.
Lítla løtu undan hvíldini skoraði Pólland sigursmálið úr ellivu metrum. Eftir uppspæl í vinstru og innlegg var Bartal Eliasen so óheppin, at hann feldi ein av mótstøðumonnunum í brotsteiginum, og so var kypriotiski dómarin eirindarleysur.

Orkan betri umsitin
Seinnu árini hava yngru landsliðini spælt 4?4?2, meðan landsliðið hjá Allani Simonsen hevur hildið seg til 3?5?2 skipanina, sum var so populer, tá Sepp Piontek var venjari hjá danska landsliðnum, og Allan Simonsen tey fyrstu árini taldist millum spælararnar.
Tey seinnu árini hava tey yngru føroysku landsliðini spælt 4?4?2. Jógvan Martin Olsen hevur havt ábyrgdina av teimum. Í Ítróttarsosialinum í síðstu viku segði venjarin, at hann ætlaði at royna somu uppskriftina á a?landsliðnum, sum hann hevur brúkt á yngru liðunum:
? Tey fyrstu árini spældu vit á yngru landsliðunum 3?5?2 og við persónligum eftiransingum. Í 1999 løgdu vit um til 4?4?2. Tað gjørdu vit, tí tað ferð eftir ferð vísti seg, at okkara spælarar fóru niður við nakkanum, tí teir høvdu brúkt so nógva orku, tá teir runnu langar teinar? ikki minst miðvallararnir og miðverjarnir. Tað gekk bæði út yvir verjuspælið og álopsspælið.
Heldur tú, at tapið hevði verið størri, um gamla skipanin hevði verið nýtt?
? Tað fáa vit ongantíð at vita. Men vit kunnu staðfesta, at t. d. miðvallararnir John Petersen og Rógvi Jacobsen, runnu nógv minni, enn teir í hesum plássunum áður hava gjørt. Tað var ikki neyðugt. Miðverjarnir lógu relativt frammarlaga, so økið hjá einstaka spælaranum var ikki so ógvuliga stórt.
Heldur tú, at avrikini høvdu verið betri, tá Allan Simonsen var venjari, um liðið hevði spælt 4?4?2 í staðin fyri 3?5?2?
? Tað kunnu vit einki siga um. Allan Simonsen hevði sína fatan av, hvussu liðið skuldi skipast, og hann setti liðið saman og spælararnar upp út frá tí fatanini. Her niðri hava vit roynt at skipa okkum eitt sindur øðrvísi, og vit hava sett liðið út frá tí útgangsstøðinum.