Nýggja suðuroyarskipið kann verða liðugt í 2003

Men tað er ein treyt frá landstýrinum, at havnaviðurskiftini í Suðuroynni verða loyst samstundis. Stjórin á Strandferðsluni veit ikki, um tað fer at seinkað ætlanini at byggja ein nýggjan Smyril

 

Suðuroyarsiglingin


Gongur alt væl í hond kann tað nýggja suðuroyarskipið verða liðugt seint í 2003.

Men skal tað eydnast, skulu ymsar forðingar fáast av vegnum fyrst.

Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tá ið landsstýrið samtykti at byggja tað nýggja suðuroyarskipið, var tað ein treyt, at havnaviðurskiftini í Suðuroynni verða loyst samstundis.

Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at hann veit ikki, um hetta fer at seinkað ætlanini eitt sindur.

Men í øllum førum heldur hann, at í 2004 skal ein endi síggjast á allari verkætlanini, tvs, bæði á tí nýggja suðuroyarskipinum og á arbeiðnum at byggja skipinum nøktandi atløgupláss.

Hann sigur, at hann skilir væl, at landsstýrið vil hava málið um havnaviðurskiftini í Suðuroynni loyst samstundis sum tað nýggja skipið verður bygt.

?Hetta nýggja skipið er so mikið effektivt, at eru havnaviðurskiftini ikki nøktandi, dettur allur tann fyrimunurin á gólv.

? Skipið er so effektivt, at tað ber til at fáa fólk og farm íland og umborð ísenn. Men tað nyttar alt onki, um tað er ein fløskuhálsur á landi, sum forðar fyri teimum møguleikunum

Hann sigur, at tað, sum nú hendir, er, at Strandferðslan, Vinunmálastýrið og Landsverkfrøðingurin mugu seta seg saman at leggja eina tíðarætlan fyri, hvussu alt arbeiðið skal fáast frá hondini.

Annars sigur hann, at av tí at Landsstýrið fylgdi tilmælinum frá verkætlanarbólkinum, hevði tað borið til at sett arbeiðið lutfalsliga skjótt ígongd.

? Tað er ein misskiljing, tá ið tað hevur verið ført fram, at vit ongan veg eru komin at fyrireika hetta ávísa skipið. Vit eru komin langt í fyrireikingunum. Skipið er at kalla liðugt projekterað og nógvar útrokningar eru gjørdar, so fyri tað hevði borið til at komið skjótt ígongd, sigur Reidar Nónfjall.

Stjórin á Strandferðsluni sigur, at verður tað tí ikki neyðugt at bíða eftir havnini, kann tann upprunaliga tíðarætlanin haldast, sum sigur, at skipið skal vera liðugt seint í 2003.

? Men tað veldst alt um, hvussu skjótt tað ber til hjá Landsverkfrøðinginum at gera samferðsluhavnina í Suðuroynna lidna.


Fyrireika bygging

Magnus Magnussen tekniski leiðari á Strandferðsluni, sigur, at tað sum nú fer at henda, táið tað er klárt at fara ígongd, tað er, at tilfarið um tað nýggja skipið til einar 10 úrvaldar skipasmiðjur, har tær verða bidnar um ein prís.

? Tá ið tær hava latið boðini innaftur, verða einar tvær, tríggjar av teimum aftur valdar út at geva eitt endaligt tilboð og so kann kjølurin strekkjast. Gongur alt, sum eftir ánni, kann byggingin byrja longu í ár.