Nýggja skipið, sum Varðin P/F letur byggja varð sjósett í Gdynia í Póllandi mánadagin. Skipið skal liggja við kaj í Póllandi einar 14 dagar afturat, har teir skulu mála tangarnar og annað.
Skipið verður so sleipað til Skagen, at sleipa skipið til Skagen tekur umleið 3 dagar. Í Skagen eru teir hjá Karstensens Skipsværft klárir at taka ímóti skipinum. EL-Service á Skála, sum skal taka sær av el-innleggingini, skulu í gongd beinan vegin skipið kemur til Skagen, skrivar reiðaríðið á heimasíðu síni.