Nýggja Landssjúkrahúsið takast í nýtslu 23. februar

Nú er dagurin ásettur fyri, nær nýggi bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum skal verða klárur at taka í nýtslu

Nýbygging

Nú er komið so langt at tað ber til at áseta dagin fyri, nær nýggi bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum skal vera klárur at taka í nýtslu.
Og tað verður 23. februar næsta ár.
Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum sigur, at nú er alt byggiarbeiðið komið so mikið áleiðis, at tey hava sett sær sum mál at nýggi bygningurin skal takast í nýtslu 23. februar.
Tað er ikki av tilvild, at 23. februar er valdur er valdur til hendan merkisdag, tí júst hendan dagin fyllir Landssjúkrahúsið 80 ár og tað halda tey er ein hóskandi dagur at gera hetta risa framstigið fyri Landssjúkrahúsið.
? Tað haldi eg, at vit øll eiga at vera nøgd við, sigur Bill Justinussen.
Eftir ætlan verður sjálvur bygningurin verður liðugur á Ólavsøku. Men skal tað halda, verður neyðugt, at Løgtingið tekur undir við eini umsókn um eykajáttan upp á 13,3 milliónir til at gera bygningin lidnan fyri.
?Tað verður avgerandi fyri ætlanina frameftir at Løgtingið tekur undir við teirri eykajáttanini, tí annars kann bygningurin ikki gerast liðugur sum ætlað, sigur Bill Justinussen.
Umsóknin um tær 13,3 milliónirnar eru til viðgerðar í Løgtinginum í løtuni.

Kunnu gera avtalur
Men eftir verður so tað stóra takið at fáa úgerð og útbúnað til tann nýggja bygningin so at hann kann takast í nýtslu.
Í tí sambandi hevur Bill Justinussen lagt eitt uppskot fyri tingið um eina verklagslóg.
Eftir lógini bindur Løgtingið seg til at seta pening av á komandi fíggjarlóg til útbúnað til nýggja Landssjúkrahúsið. Í mesta lagið bindur tingið seg til at seta 39 milliónir av til hetta endamálið.
Tað ger so aftur tað, at tá ið lógin er samtykt, kann Landssjúkrahúsið gera avtalur um útgerð og útbúnað so at tað kann verða leverað beinanvegin í tí nýggja árinum.
Bill Justinussen sigur, at tað er rættiliga long leveringstíð uppá sumt av útbúnaðinum, heilt upp í fýra mánaðir í summum førum.
? Tí er tað neyðugt at samtykkja eina verklagslóg, sum bindur Løgtingið at játta peningin næsta ár, tí annars kann Landssjúkrahúsið heldur ikki bíleggja útgerðina fyrrenn næsta ár og so verður bygningurin ikki tikin í nýtslu fyrrenn út ímóti sumri.
Hinvegin ber tað ikki til at fáa tólini leverað fyri 1. januar, tí tað er ikki lógligt at fáa útgerðina fyrrenn í sama ári, sum peningurin er játtaður.
Bill Justinussen sigur, at hóast bygningurin verður liðugur á ólavsøku, fer tíðin fram til 23. februar ikki fyri skeyti, tí hesa tíðina er ætlanin at brúka til at flyta ymsa útgerð úr gamla bygninginum yvir í tann nýggja.
? Tað skulu nógv tól úr gamla bygninginum yvir í tann nýggja og tað krevur eisini sína tíð, sigur Bill Justinussen.

Fyri 44 milliónir
Tilsamans verður mett at útgerð og innbúgv fyri 44 milliónir skulu keypast til nýggja Landssjúkrahúsið. Tá er mvg ikki við.
Ymisk tung útgerð kostar 11 milliónir og tann lættara útgerðin kostar 28 milliónir. Harumframt skal innbúgv keypast fyri fimm milliónir.
Í ár eru 40 milliónir settar av til nýggja bygningin og av teimum skal tung útgerð keypast fyri fimm milliónir.
Tað er upplýst, at sumt av útgerðini skal byggjast inn í bygningin og hana er neyðugt at útvega samstundis sum bygningurin verður gjørdur liðugur.
Sostatt fevnir verklagslógin, sum er løgd fyri tingið, um tær 39 milliónirnar, sum enn mangla í til útgerðina, sum skal fáast til vega og setast upp næsta ár. Tó er tað so, at okkurt smávegis skal kortini bíða til 2005.