Vit kunnu nú bjóða eina heilt nýggja heimasíðu, sum er væl einfaldari og meira brúkavarvinarlig, sigur Posta um nýggju heimasíðuna www.stamps.fo.
Frímerkjadeildin var í sínari tíð ein av teimum fyrstu føroysku fyritøkunum við einum net-handli. Hetta var í 1995.
Upprunaliga var net-handilin gjørdur fyri at røkka kundum kring allan heim og fyri at gera tað lættari fyri frímerkjasavnarar og onnur at finna upplýsingar um føroysk frímerki og eisini at kunna keypa tey.
Heimasíðan hevur altíð verið á fimm málum (føroyskum, donskum, enskum, týskum og fronskum), hetta fyri at kunna veita kundum eina tænastu á teirra egna máli, fyri so vítt gjørligt. Síðan var dagførd fyri nøkrum árum síðan við nýggjari skipan, men menningin innan internetið ger, at tað er neyðugt at dagføra við jøvnum millumbilum.
- Tískil kunnu vit nú bjóða eina heilt nýggja heimasíðu, sum er væl einfaldari og meira brúkaravinarlig enn fyrrverandi síða. Allar vørur, sum Posta Stamps hevur til sølu, eru á síðuni umframt ein rúgva av upplýsingum um frímerki og frímerkjaútgávur.
Les meira um nýggju frímerkini á www.stamps.fo