Á almennari móttøku, sum verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin 17. oktober frá kl 16-20 í samband við 100 ára føðingardagin hjá HB, verður nýggja HB-bókin løgd fram. Súni Merkisstein hevur skrivað bókina, sum fevnir um árini 1955 fram til í dag.
Í bókini, sum er 466 síður og hevur fleiri enn 500 myndir, harav nógvar litmyndir, skrivar Súni um stóra framburðin, HB hevur verið fyri seinastu 50 árini. Portrett eru av fleiri enn 60 leikarum, og nógv úrslit frá øllum deildum eru sett upp í talvur. Annars er bókin í høvuðsheitum ein kronologisk gjøgnumgongd býtt á 10 ára skeið, sum viðgerð vøksturin og framburðin hjá HB. Sum vera man er 1. deildarliðið hjá monnum væl umrøtt í bókini.
Fyrru HB-bókina, sum fevndi um tey fyrstu 50 árini árini frá 1904-1954, skrivaði Jógvan Arge, tá HB fylti 90 ár. Súni og Jógvan fara á móttøkuni at siga nøkur orð um søguna hjá HB, og spennandi verður at hoyra, um Súna hevur eydnast at fáa tey feskastu úrslitini frá í ár við. Høvi verður at ogna sær bøkurnar á móttøkuni.
Eins og við fyrru bókini hevur Marni Mortensen verið høvundunum ein hollur stuðul við at útvega myndir og hagtøl. Team 85 hevur staðið fyri umbróting og repro. Bókin er prentað í Danmark.
Høvi at heilsa HB
Í Norðurlandahúsinum verður eisini høvi til at ynskja HB tillukku við degnum. Eftir heilsanirnar og møguligar gávuhandanir fer filmsapparatið í gongd við filmsbrotum frá byrjanini av 80?árunum og fram til í dag.
Handaðar verða eisini heiðursnálir til leikarar, sum í ár hava leikt fleiri enn 100 dystir, og HB-Stuðlar fara at kjósa Ársins leikara. Hesin verður funnin við atkvøðugreiðslu eftir hvønn dyst, har áskoðararnir atkvøða. Myndir frá 70?árunum verða at síggja, og kór fer at syngja.
Móttøkan í Norðurlandahúsinum er upphiting til stóru gallaveitsluna, ið verður leygardagin 23. oktober í Ítróttarhøllini á Nabb. Roknað verður við fullum húsi.
100 ára tiltøk gjøgnu árið
Havnar Bóltfelag hevur gjøgnum árið hátíðarhildið 100 ára føðingardagin við ymiskum tiltøkum. Nevnast kunnu nýggja HB-fløgan, nýggja HB-bókin og nýggja búmerki. Stórur fótbólts- og stuttleikadagur var fyrr í summar fyri yngru limirnar, og myndaframsýning hevur verið í SMS. Í HB-Rásini, sum hevur verið hvønn fríggjadag frá kl 17-18 á Rás 2, hevur eisini verið gjørt nógv burtur úr 100-ára degnum. Harumframt hava HB-Stuðlar skipað fyri stórari lutaseðlasølu.