Nýggja ferðaætlanin stór provokatión ímóti løgtinginum

?Tá ið Løgtingið samtykti at, at Smyrli skuldi sigla á Vág, var tað tí, at túrurin skuldi tæna vinnulívinum. Men ein túrur á Vág leygardag, kann ikki brúkast til nakað sum helst, sigur Henrik Old

? Hetta er ein stór provokatión ímóti Føroya Løgtingið.

? Ja, hetta er heilt einfalt at halda Føroya Løgting fyri tað turra spott.

Ferðaætlanin hjá Strandferðsluni hevur mangan verið keldan til politiska ósemju og kjak.

Og tað er longu nú greitt, at tað verður ferðaætlanin, sum kemur í gildi nú 12 juli, eisini.

Tað eru ikki minst løgtingsmenninir úr Vági, sum hesuferð vísa sína misnøgd.

Eitt nú er Henrik Old sera misnøgdur við nýggju ferðaætlanina hjá Smyrli.

Tvs, at tað er siglingin á Vág, sum hann er so misnøgdur við.

Løgtingið samtykti í vár, at hereftir Smyril eisini sigla á Vág, umframt siglingina á Drelnes.

Høvuðsendamálið hjá løgtinginum var, at túrurin til Vágs var neyðugur fyri vinnulívið í syðru helvt í Suðuroy.

Men nú nýggja ferðaætlanin hjá Strandferðsluni kemur, er tað greitt, at túrurin á Vág verður leygardag.

Eftir, hvatrskilst, skal Smyril sigla av Drelnesi til Havnar leygarmorgun, og Suðuraftur á Vág á miðdegi.

Men síðani skal hann beinanvegin sigla norður aftur á Drelnes, og haðani norður til Havnar seinnapartin


Stór provokatión

Henrik Old heldur, at hetta er ein ótrúliga stór provokatión ímóti Føroya Løgtingi.

Men hann leggur afturat, at satt at siga hevur hann havt illgruna um hetta leingi.

? Tað er nakað síðani, at Smyril fór at sigla tvær ferðir um dagin mánadag og mikudag og frammaundan sigldi hann hósdag og fríggjadag.

?So nú fóru møguleikarnir at fækka, so eg havi havt illgruna um hetta leingi.

Henrik Old sigur, at høvuðsgrundgevingin hjá løgtinginum fyri at fáa vágstúrin við aftur í ferðaætlanina, var, at tað var neyðugt hjá vinnulívinum.

? Men at túrurin nú verður lagdur til leygardag er ein heilt ótrúliga stór provokatión og vísir, hvussu lítil virðingin er fyri løgtinginum.

?Tí ein túr leygardag kann vinnulívið í Vági ikki brúka til nakað sum helst.

? Ja, eg veit ikki, hvør fær nyttu burturúr hesum túrinum yvirhøvur.

? Tí tað er eisini ivasamt um ferðafólk hava áhuga í at sita ein hálvan tíma longri umborð á Smyrli, enn neyðugt er.

? Endamálið við Vágstúrinum var fyrst og fremst at tæna vinnulívinum. Og tá ið túrurin ikki gagnar vinnulívinum, dugi eg ikki at síggja nakað sum helst endamál at sigla á Vág yvirhøvur.

? Tí ongin er so ørur, at hann vil hana Smyrli at sigla á Vág, bara fyri at sigla á Vág. Ger túrurin onga nyttu, er tað bara at taka hann avaftur, sigur Henrik Old.

? Hann sigur, at hetta, sum nú er gjørt, er einki annað enn ein táta fyri at kunna siga, at nú verður løgtingssamtyktin hildin.

Henrik Old gevur eisini lítið fyri grundgevingina um, at tað ber so illa til at sigla við farmi til Vágs, tí Smyril fær ikki lagt reyvina at.

? Eg kann verða samdur í, at í summum førum, at tað kann verða trupult at fáa farm í land og umborð í Vági.

? Men tað er avgjørt undantaksvís, tí tað er rættiliga nógvur farmur, sum kann fara ígjøgnum síðuportrið.

? Tað hevur borið væl til fyrr, so tað ber til aftur.

? Var tað so okkurt, sum varð ov stórt og tungt, kundi tað farið um Drelnes.

Annars heldur Henrik Old, at vóru trupulleikar við atløguviðurskiftunum í Vági, kundi Strandferðslan sett seg í sambandi við býráðið, og greitt teimum frá trupulleikunum, tí so kundi tað verið, at tann trupulleikin varð loystur.

Annars vísir løgtingsmaðurin úr Vági á, at tað hevur fyrr borið til at leggja reyvina á Smyrli at í Vági, tá ið stórur og tungur farmur skuldi íland, ella umborð.


Reisir málið aftur

Henrik Old sigur, at hann fer ikki at lata sær hesa provokatiónina lynda.

Tí hann sigur, at tá ið tingið kemur saman aftur á Ólavsøku, fer hann at reisa málið einaferð afturat.

? Eg vil hava eina grundgeving fyri, hví hendan loysnin er vald.

? Og tað skal verða ein grundgeving, sum er betri enn tann, sum strandferðslustjórin borðreiðir við omanfyri, sigur Henrik Old