?Fíggjarmálastýrið og manningarfeløgini hava nú ikki meiri enn fýra dagar at fáa sáttmálaviðurskiftini umborð á nýggja vaktarskipinum í rættlag. Annars sleppur skipið ikki at loysa frá bryggju í Noregi
Vandi er fyri, at tað nýggja, føroysk vaktarskipið verður lagt, longu áðrenn tað yvirhøvur sleppur at loysa frá bryggju í Noregi.
Eftir ætlan skal tað handast landsstýrinum 21. oktober, men nú er vandi fyri, at tað verður rakt av verkfalli beinanvegin, so at tað ikki sleppur til Føroyar sum ætlað.
Orsøkin er, at ongin sáttmáli er fyri teir, sum skulu sigla við skipinum.
Og fyrrenn sáttmáli eg gjørdur, kann skipið ikki loysa.
Í sáttmálunum ímillum manningarfeløgini og Fíggjarmálastýrið stendur, at fær Vaktar- og Bjargingartænastan nýtt skip, skulu samráðingar verða við manningarfeløgini um nýggjar sáttmálar.
Hetta er bæði galdandi fyri Skipara- og navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið, sum hava yvirmenninar undir sær og fyri Starvsmannafelagið, sum hevur dekkararnar undir sær.
Ein nýggjur sáttmáli er ein avgjørd treyt fyri, at nýggja vaktarskipið yvirhøvur sleppur at loysa í Noregi.
?Við ongum sáttmála, sleppur skipið ikki at sigla, so greitt er tað, sigur Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum
Gongur ongan veg
Men fyribils má staðfestast, at tað gongur púra ongan veg at gera hendan nýggjan sáttmála.
Ein kunnandi fundur var mitt í september ímillum Fíggjarmálastýrið øðrumegin og Skipara- og navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið hinumegin.
Seinni var ein aftur ein fundur um nýggjan sáttmála.
Triði fundurin varð hósdagin, og tá høvdu manningar væntað og vónað, at ein nýggjur sáttmáli skuldi koma undir land.
Ellintur Abrahamsen sigur, at tað skuldi ikki verið nakað til hindurs fyri at komið undir land tá, tí tær broytingar, sum skulu gerast eru rættiliga einfaldar.
? Tað snýr seg heilt einfalt um at broyta lønina og ongi annað, sum tekniskt kundi verið meiri trupult, sigur hann.
Men formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum sigur, at fundurin var eitt vónbrot, tí tey komu ikki av fetinum.
?Vit løgdu okkara sjónarmið fram, men so hendi ikki meiri, tí vit fingu onki svar, sigur Ellintur Abrahamsen.
Sostatt fóru partarnir frá hvørjum øðrum og nýggjan fund ber ikki til at hava fyrrenn 16. oktober.
Og tá sansar av álvara at, tí sostatt hava partarnir bara fimm dagar at viðurskiftini í rættlag inntil skipið verður handað tann 21, oktober.
Ellintur Abrahamsen vil ikki avdúka krøvini hjá Skipara- og Navigatørfelagnum. Men tað skilst kortini, at kravið er ein nokk so fittlig lønarhækking.
Hann sigur, at tað er avgjørt neyðugt at fáa ein nýggjan sáttmála.
? Yviremnn á vaktarskipum í grannalondum okkara hava líka nógv eftir av lønini, tá ið skatturin er goldin, sum vit fáa í løn, áðrenn skatturin er goldin, sigur Ellintur Abrahamsen
Gunnleiv bíðar
Hinvegin eru samráðingarnar við tað triðja av manningarfeløgunum, Starvsmannafelagið, als ikki byrjaðar enn.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður, sigur, at Starvsmannafelagnum hevur gjørt vart við hjá fíggjarmálastýrinum og hann væntar fundarboð fyrsta dagin.