Nýggja føroyska barnasangbókin løgd fram

114 ymisk video skulu á Youtube, har børn kunnu syngja við og læra føroyska málið - heldur enn enskt

Í gjár varð nýggja barnasangbókin løgd fram, Barnasangbók Føroya. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, legði nýggju bókina fram og helt eina røðu í hesum sambandi. 

 

Øll børn, sum eru fødd frá 1. januar 2018, fáa bókina í vøggugávu frá landinum. Tey, sum eru fødd higartil í ár fáa hana frá heilsusystrunum kring landið, og tey, sum hereftir verða fødd, fáa hana á føðideildini. Haraftrat fer Bókadeild Føroya Lærarafelags at skipa sølu og útbýting til nýføðingar og nýættleidd.

 

Landsstýrikvinnan kunngjørdi, at tey børn, sum hereftir verða fødd, fáa bókina í einum snøggum unika-ryggsekki, sum er vunnin úr endurnýtlsutoyi. Tað er eitt samstarv við Dugna, ið hevur fólk við vinnu-avbjóðingum, til dømis fyritíðarpensjónistar, í arbeiði. Dugni hevur ment taskuna og kring landið fara fólk sostatt at sita og seyma taskur til okkara smæstu við kærleika og nærleika.

 

Nám arbeiðir við at fáa allar sangirnar í sangbókini út á Youtube. Higartil eru nakrir og 70 sangir komnir út, og hinir eru allir á veg. Hetta verður gjørt í sambandi við stóra tørvin á føroyskum barnatilfari á internetinum fyri at minka stóru ávirkanina, enska málið á Youtube hevur á barnamálið hjá føroyskum børnum. 

 

Í fyrstu atløgu hevur Nám samstarvað við Kringvarpið um at finna fram teir sangir, sum liggja í kringvarpssavninum - og síðani hevur Nám arbeitt við at skaffað øll loyvini. Men á Námi fara tey eisini at framleiða nøkur videobrot, so tað heilt skjótt verða 114 ymisk video á Youtube, har okkara smæstu kunnu syngja við og læra føroysk orð og hugtøk - heldur enn ensk.