Nýggja búmerkið avdúkað

Rógvi Johansen átti besta uppskotið til búmerkakappingina, sum varð útskrivað, tá nýggja FC Suðuroy skuldi hava nýtt búmerki. Enn er talan ikki um eitt felag, sum er mannað við spælarum úr allari oynni, men samstarvið í yngru deildunum og atkvøðugreiðslann, sum herfyri var á Suðuroyaportalinum, geva ábendingar um, at ein samanlegging kanska ikki so langt burturi. Og búmerkið leggur í øllum førum upp til, at øll Suðuroyggin verður savnað í eitt og sama fótbóltsfelag.