Nýggja bók um læknastríðið løgd fram í morgin

Týsdagin komandi - 25. juli verður nýggjasta bókin um læknastríðið í Klaksvík 1952-1956 løgd fram í býráðshøllini í Klaksvík – kl. 19.30.

Tað skrivar Klaksvíkar Kommuna á heimasíðu sínari.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð, Arnstein Niclasen, rithøvundi greiðir frá savningini til og skrivingini av bókini, meðan Símun Absalonsen ummælir og hugleiðir úr bókini.

Bókin ber heitið: Herskin herðindi - læknastríðið í Klaksvík frá 1952-1956 - millum tvey lond um æru og atsóknir.

Høvundurin lýsir millum annað søgugongdina undir læknastríðnum, sum hann upplivdi og var ein partur av, við eitt nú at verða við til at leggja “Barm” út sum stongsil fyri Klaksvíkar Havn. 


Eisini hevur hann við í bókini, mong upplýsandi djúptøkin og skemtilig strok um lokalar og politiskar høvuðspersónar undir hesum herviligu herðindunum.