Nýggj vinstra síða

Gary Naysmith gav í seinastu løtu avboð til landsdystin móti Føroyum, og nú má Berti Vogts seta eina nýggja vinstru síðu saman

Landsdystur

Sum nevnt í blaðnum í gjár, so hevur skotski hópurin verið raktur av fleiri avboðum undan dystinum móti Føroyum, og beint undan fráferðini úr Skotlandi kom enn eitt av slagnum.
Gary Naysmith, sum annars hevur bitið seg rættiliga fastan á liðnum, hevur seinastu tíðina drigist við skaða í fótliðinum, men fram til tað allar seinasta varð tó vónað, at hann fór at verða tøkur.
Beint undan fráferðinini varð seinasta vónin tó slept, og tá tað kortini ikki var líkt til, at hann kundi spæla, varð Naysmith sitandi eftir á flogvøllinum, tá liðfelagarnir fóru til Føroya.
Hetta ger í øllum førum, at Bertyi Vogts hevur ein trupulleika, tá hann skal manna vinstra borð á skotska landsliðnum. Líka mikið um hann spælir 3-5-2 ella 4-4-2. Undan avboðnum hjá Naysmith hevði eisini Dominic Matteo givið avboð, og undir vanligum umstøðum høvdu hesir báðir so avgjørt verið fremstu evnini til sessirnar í vinstra borði.
Sostatt er líkt til, at Berti Vogts verður noyddur at finna sær eina fullkomuliga nýggja vinstra síðu, har leikarar við sera fáum altjóða royndum skulu tryggja, at føroyska høgra síðan ikki kemur ígongd.