Nýggj viðgerð móti ovurviðkvæmi

Á Aarhus Universitet kanna tey eina nýggja viðgerð móti ovurviðkvæmi. Gongur royndartíðin sum ætlað, so ber longu í 2014 til hjá persónum við ovurviðkvæmi at sproyta seg við hesi viðgerð og sleppa undan ovurviðkvæmi.

Tað veit Granskingarráðið at siga.

Viðgerðirnar, ið fáast móti ovurviðkvæmi í dag eru oftast langtíðarkrevjandi og truplar. Tí verður arbeitt við at finna nýggja og skjótari viðgerð.

Vón er nú fyri framman til øll tey, ið eru ovurviðkvom fyri pollen. Á Aarhus Universitet, Institut for Klinisk Medicin er Hans Jürgen Hoffmann, professari, í holt við at kanna eina nýggja viðgerð móti ovurviðkvæmi fyri pollen.

- Tú skalt hava tríggjar innsproytingar yvir tríggjar mánaðir, og so hevur tú tað munandi betur tey næstu trý árini, sigur Hans Jürgen Hoffmann, professari.

Hetta er eitt avmarkað tíðarskeið í mun til viðgerðirnar, ið finnast í dag, har tú skalt hava innsproytingar eina ferð um vikuna í 16 vikur og síðani sættu – áttandu hvørja viku – í trý til fimm ár.

Viðgerðin fer fram á tann hátt at sproyta verður í eitilin í lærkreppingini. Sproytan inniheldur andelvi, ið er evni, ið elvir til ovurviðkvæmi.

Viðgerðin hevur verið eftirkannað í Sveis, men er framvegis ikki eftirkannað við royndarfólkum í Danmark. Hans Jürgen Hoffmann, professari, væntar tó, at til ber at fáa viðgerðina á tínum egna sjúkrahúsið á heysti 2014.

- Tó kanst tú ikki fáa viðgerðina hjá egnum lækna, tí eitlarnir eru sera truplir at raka. Neyðugt er við serútgerð, og vit brúka ultraljóð fyri at vera vís í at raka rætta stað, sigur Hans Jürgen Hoffmann, professari, á Aarhus Universiteti.

Á Aarhus Universitet og Aarhus Universitetshospital kannar man í løtuni viðgerðina á sjey royndarfólkum, men tey hava ætlanir um eina størri kanning við 36 tilvildarliga valdum fólkum, har nøkur teirra fáa røttu viðgerðina, meðan restin fær placeboviðgerð.