Tað eru Tróndur Ravnsfjall og John Arnfinn Reystind, sum hava tikið stig til at gera venjingarmiðstøðina. Arbeitt hevur verið við hesum í nakrar mánaðir, og teir báðir eru fegnir, nú tað loksins ber til at lata dyrnar upp.
Í dag verður móttøka í hølunum, og er hendan opin millum klokkan 15 og 18.
Í morgin byrjar gerandisdagurin hjá nýggju eigarunum so av álvara, og er opið frá klokkan 10 fyrrapartin.
Tað verður Tróndur Ravnsfjall, sum fer at virka sum dagligur leiðari í Ven.