Tingmannatalið hjá Tjóðveldinum fer upp á 9 í nýggjari veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Dimmalætting. Ein veljarakanning, har 519 veljarar vórðu spurdir um, hvønn flokk teir høvdu atkvøtt fyri, var val í dag, verður avdúkað í dagsins útgáva av Dimmalætting.
Úrslitið av kanningini vísir, at verandi tingmannabýtið hevði verið broytt nakað, var val í dag.
Fólkaflokkurin hevði fingið 18,4 prosent og 6 umboð, Sambandsflokkurin 23,7 prosent og 8 umboð, Javnaðarflokkurin 19,2 prosent og 6 umboð, Sjálvstýrisflokkurin 4,0 prosent og 1 umboð, Tjóðveldi 26,1 prosent og 9 umboð og Miðflokkurin 8,6 prosent og 3 umboð.
Kanningin letur soleiðis upp fyri einum nýggjum møguleika, nevniliga at Tjóðveldið og Sambandsflokkinum fara í samgongu við samanlagt 17 tinglimum av 33. Eisini ber til, at verandi samgonga heldur fram.