Nýggj vatnveiting á Selatrað

Sjóvar Kommuna hevur gjørt nýggja vatnveiting á Selatrað. Eisini fær Morskranes nýggja vatnveiting, sum verður liðug fyrsta dagin

Selatraðfólk hava nú fingið kommunalt vatn. Eisini eru brandpostar settir upp, soleiðis sum krav er um, sigur Tekniski leiðarin hjá Sjóvar Kommunu.
Bygdirnar Selatrað, Morskranes og Kolbeinagjógv hoyra allar til Sjóvar Kommunu. Tískil er tað Sjóvar Kommuna, sum hevur ábyrgdina av, at hesar bygdirnar fáa tær tænastur, teimum tilkemur. Eitt nú reint vatn í nóg stórum nøgdum.
Á Selatrað er tann trupulleikin loystur, sigur Tummas Johannesen, tekiskur leiðari hjá Sjóvar kommunu.
Kommunan hevur lagt vatnleiðng um alla bygdina, har eisini brandlinjan er løgd. Umframt er gjørdur goymslubrunnur og reinsiverk.
Vatnið veðru leitt úr keldum gjøgnum reinsiverkið í brunnin, haðani tað so fer út til brúkaran.
Eisini á Morskranesi er Sjóvar Kommuna í ferð við at loysa vatnspurningin. Har verður í løtuni arbeitt við eini líknandi skipan, sigur tekniski leiðain hjá Sjóvar Kommunu.