Løgtingið skal enn eina ferð taka støðu til um føroyskir sjúklingr við ávísum sjúkum, skulu fáa lættari atgongd til heilivág við kannabis.
Tað er greitt, nú Jenis av Rana aftur hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera tað lættari hjá sjúklingum at fáa heilivág við kannabis. Danir eru farnir undir eina royndarskipan á hesum øki, og Jenis av Rana mælir nú Løgtinginum til at samtykkja, at vit eisini skulu vera við í hesi royndarætlanini.
Við Sosialin í dag sigur Jenis av Rana, at hesa ferð hevur hann nógv betri vónir um, at uppskotið fer at verða samtykt. Í fjør royndi Miðflokkurin seg annars við einum líknandi uppskoti, men tá varð tað felt.
Talan er um sjúklingar við sclerosu og krabbameini, umframt sjúklingar við varandi pínu, umframt onnur, sum kunnu fáa hendan heilivágin frá sínum egna lækna.
Hjá nógvum av hesum sjúklingum hjálpir vanligur heilivágur illa, umframt at teir ofta hava svár hjáárin av vanligum heilivágum í teim nøgdum, sum krevjast. Umframt sjúklingar við pínu, hava eisini sjúklingar, sum fáa kemoviðgerð, ella stráluviðgerð stórt gagn av heilivági við kannabis. Teir hava ofta kvalma, og vilja spýggja, og av tí sama hava teir onga matarlyst, men eisini í hesum føri hjálpir heilivágur við kannabis rættiliga væl.
– Føroyskir sjúklingar vera ofta viðgjørdir á útlendskum, og tí er vandi fyri, at teir kunnu enda í teirri óhepnu støðu at fáa viðgerð við kannabis, tá teir eru í Danmark, men fáa ikki hildið fram við viðgerðini, tá ið teir koma aftur til Føroya, sigur Jenis av Rana.
Enn er óvist, nær Løgtingið fer at viðgera uppskotið, men tað skal vera áðrenn farið verður í summarfrí fyrst í mai.
Les meiri um hetta í Sosialinum í dag