Nýggj trygdarkrøv á ferjunum

Strandfaraskip Landsins betra alsamt um trygdina umborð á føroysku ferjunum. Trygdarútgerð fyri 10 milliónir krónur verður sett umborð í ár

 

Trygd á sjónum

Størru ferjurnar hjá Strandfaraskipum Landsins fáa nýggja trygdarútgerð fyri 10 milliónir krónur ísetta í ár.

Talan er um nýggja trygdarútgerð á skipum, greiðir Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, frá. Útgerðin ger tað óneyðugt hjá fólki, sum skal av einum skipi, at loypa á sjógv, tá farið verður í bátin. Ofta hevur tað víst seg, at júst tað, at fólk eru vorðin køl,d hevur elvt til, at tey eisini doyggja í samband við skipsvanlukkur.

Nýggja trygdarútgerðin minnir mest um eina slisku, ella okkurt, sum næstan líkist eini hosu, greiðir Reidar Nónfjall frá. Hetta verður blást upp, og fólk glíða so niður ígjøgnum hetta rørið beinleiðis í gummibátin, sum liggur við síðuna av skipinum. Ein skipan, sum á donskum verður nevnd »Tørskoet evakuering«.

Tað er nevniliga soleiðis, at ferðafólk á einum skipi, sum rýmast skal av, skal kunna fara beinleiðis úr uppihaldsrúminum, tey eru í, og niður í bátin. Báturin veðrur fyrst settur út og drigin fram at hesi lúkuni, sum fólkið skal ígjøgnum. So verður hendan sliskan blást upp, og fólk lata seg glíða niður ígjøgnum hana. Eitt sindur av fráviki er, alt eftir støddini á skipinum.

Skipanin er umborð á Teistanum og verður í næstum sett upp umborð á Smyrli og Ternuni.

Arbeitt veðrur umborð á Smyrli, meðan hann er í sigling. Tað er ikki bara at seta sjálva útgerðina umborð. Men eisini onnur viðurskifti skulu vera í lagi, um útgeðin skal kunna brúkast til fullnar, sigur Reidar Nónfjall.

Sum dømi nevnir hann, um eitt nú eldur er í skipinum. Tá nyttar einki at seta eina slíka rýmingarútgerð upp móti eini heitari skipssíðu, tí tað smeltar hon bara burtur. Tí er neyðugt at isolerað skipið so væl, at tað ikki hendir. Millum annað tað verður gjørt umborð á Smyrli.

Reidar Nónfjall sigur, at fólk frá Strandferðsluni, teirra millum hann sjálvur, hava roynt skipanina á framsýning uttanlands. Sjálvur fór hann gjøgnum eina 13 metra høga slisku. Og tað var ikki, sum kanska væntast kundi, nakar harður stoytur, tá hann kom í bátin. Alt er tillaga so, at tað verður so lagaligt sum gjørligt hjá tí, sum brúka skal útgerðina, sigur hann.


Altjóða krøv

Talan er um krøv, sum komin eru frá donsku sjóferðslumyndugleikunum, sum gera, at hetta veðrur sett upp nú. Upprunaliga komu krøvini frá altjóða sjóferðslustovninum IMO og eru síðan tikin upp av ymsu nationalu myndugleikunum.

Hetta, sum gjørt verður, skal gerast heilt skjótt, sigur Reidar Nónfjall. Umborð á Smyrli eru teir í gongd, og Ternan stendur fyri næsta tørninum.

Ternan fer á sleipistøð tann 19. september og verður tikin úr rutu í einar fýra vikur. Tá verður samstundis hendan nýggja útgerðin sett upp, sigur stjórin á Strandfaraskipum Landsins.

Sum vanligt er, fer gamli Sam at røkja rutuna um Vestmannasund, meðan Ternan er burtur.