Ein ætlan um at gera tað lættari hjá føroyskum fyritøkum at útflyta fiskavørur loftvegis, kemur helst undan kavi í næstum.
Í øllum førum skrivar tíðindastovan newstodate.areo um ætlanina, sum vónandi verður sett í verk í heyst einaferð.
Tíðindastovan hevur tosað við fólk handan ætlanina, og hevur her fingið at vita, at ein í løtuni arbeiðir við at útvega fígging. Sum búskaparliga støðan kring heimin er júst nú, er hetta eitt arbeiði sum tekur og fer at taka sína tíð.
Ein ónevndur talsmaður fyri ætlanina váttar tó, at ætlanin er at vera á marknaðinum áðrenn ta stóru flogferðsluna á jólum í ár.
Føroyar útflyta alt fleiri fiskavørur, og verður í løtuni tosað við fleiri føroyskar fyritøkur í hesi vinnuni. Sum skilst, verður miðað eftir at hjálpa hesum ídnaðinum at røkka longur út og at kunna røkja nýggjar marknaðir í framtíðini.
- Alt í alt er hetta ein ætlan, ið krevur nógva fyrireiking, og tí eisini ymisk sløg av førleika, fyri at hon skal eydnast, sigur talsmaðurin fyri ætlanina við tíðindastovuna.
Upplýst verður, at føroyski útflutningurin av laksi var í fjør 50.000 tons, harav meginparturin fór til USA.