Borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, er nýggjur formaður í nevndini, sum arbeiðir sambært nýggju lógini um tilbúgving.
Kommunurnar kring Skálafjørðin hava í mong ár samstarvað við felags sløkkiliði. Tað var í 1974 - ella fyri 39 árum síðani - at Skálafjarðar kommunala Sløkkilið varð stovnað. Liðið hevur verið stýrt av nevnd við umboðum fyri allar kommunurnar.
- Hetta samstarv livir framvegis sítt fríska lív, men nú er lógarkarmurin broyttur. Lógin um eldsbruna varð strikað í fjør, og í staðin kom løgtingslóg um tilbúgving, nr. 61 frá 15. mai 2012.
Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður víst á, at lógin formlig er staðfesting av økta og meiri fjøltáttaða virkseminum og áseting av meiri fjøltáttaðu ábyrgdunum, sum tilbúgvingin hevur, tá sammett verður við upprunaligu uppgávunum hjá sløkkiliðunum.
Nýggja lógin sigur eitt nú, at kommunur, sum eru felags um kommunalu tilbúgvingina, skulu hava felags tilbúgvingarnevnd og felags tilbúgvingarleiðara.
Í felags tilbúgvingarnevndini skal vera ein meiriluti, sum kommunustýrini tilnevna, felags tilbúgvinarleiðari og eitt umboð fyri Føroya Landfúta, og so skal ein av borgarstjórunum vera formaður.
- Vit hava átt formanssessin í sløkkiliðsnevndini, og vit manna formanssessin í nýggju nevndini. Tað er Jóhannus Danielsen, borgarstjóri, sum er formaður.
Lagt verður aftrat, at hinir nevndarlimirnir eru Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, sum er næstformaður, Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, Karl Rasmussen og Johnard Danielsen, býráðslimir í Runavíkar kommunu. Tilbúgvingarleiðarin, Sunleiv Højgaard og Hallgrím Hansen, varaøkisleiðari, umboða Føroya Landfúta.
Tað var á fundi mánadagin hin 4. februar, at nevndin skipaði seg, og tá varð eisini viðhefta mynd tikin, sum Portalurin hevur av heimasíðuni hjá Nes kommunu.