Í Vørðsluni fáast tey nú við at leggja seinastu hond á fyrreikingarnar til nýggju tíðindasendignina, sum verður send í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld í summar.
Sendingin eitur stutt sagt Fríggjakvøld.
Umframt innsløg og reportasjur úr landinum verður kjak ein fastur táttur í sendingini, sum varir í umleið 40 minuttir.
Í fyrstu sendingini, sum kemur í annaðkvøld, verður millum annað hugt nærri at kostnaðarendurgjaldinum hjá landsstýrisfólkunum. Í sendingini verður reportasja frá pisufundinum í Viðarlundini í Havn.
Við kjakborðið fara Sigurd í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, og Christian Nagata, stjóri í Nema, at kjakast um, at alsamt fleiri ung fara av landinum at lesa, og hvønn týdning hetta hevur fyri føroyska samfelagið.
Vertir eru Finnur Koba og Eydna Skaale. Kaj Joensen er live-reportari.