Tað var fráfarandi borgarstjórin Jóhan Christiansen, ið skjeyt eftir fyrstu leirdúgvunum sum hann eisini rakti so meistarliga.
Øll sluppu at royna seg og hugnaðu sær óført við skjótingini.
Ætlanin er at fáa gongd á skjótingina sum skjótast, men tað er okkurt smávegis sum skal gerast á breytuni áðrenn, skrivar Eysturskot í tíðindaskrivi.
Annars sær tað gott og lovandi út hjá felagnum og sjálvandi eru øll vælkomin at royna seg. Felagið hevur nakrar royndar skjúttar, sum eru klárir at hjálpa øllum á veg, millum aðrar kann nevnast Alex Johannesen, sum setti oyggjaleikamet í leirdúgvuskjótingina á Gibraltar seinastu oyggjaleikir.