Nýggj skeinkiloyvi í næsta mánað

Eini fimm-seks nýggj skeinkiloyvi eru tøk í Havnar Kommunu at søkja. Umsøkjarar kunnu vænta sær svar í næstum, men sokallað klubbaloyvi verða ikki latin longur, sigur Rúni Joensen, formaður í loyvisnevndini

Seinast í august gav landsstýrismaðurin í vinnumálum tilmæli til loyvisnevndina at hækka talið av skeinkiloyvum í Havn.

Loyvisnevndin hevur fund mánadagin, og skal taka støðu til umsóknirnar. Formaðurin í loyvisnevndini veit ikki rættiliga, hvussu nógvar umsóknir eru komnar, av tí at nakrar umsóknir verða sendar í Tinganes, meðan aðrar verða sendar beinleiðis til løgregluna. Tað er løgreglan sum fyrireikar málið til loyvisnevndina at taka støðu til.


Drúgv kanning áðrenn loyvi verða latin

? Vit fara at taka støðu til umsóknirnar mánadagin, men væntandi verður ikki, nakað loyvi latið fyrr enn um mánað. Tað kemst av, at nógvar kanningar skulu gerast, áðrenn loyvi verða latin, sigur Rúni Joensen, deildarstjóri á lógadeildini í Tinganesi.

Hóast broytingar ikki eru gjørdar í lógini, fáa bert matstovur skeinkiloyvi. Tað merkir, at sokallað klubbaloyvini fella burtur, um klubbar gevast at virka.


Ongir nýggir klubbar

Tá nýggja rúsdrekkalógin varð sett í gildi, fingu klubbarnir, sum áður vóru ólógligir, loyvi at skeinkja brennivín, øl og vín, og vórðu hervið gjørdir lógligir.

Fleiri klubbar eru seinastu árini givnir við hesum virksemi, og tey loyvini sum vóru, eru strikað.

Klubbarnir, sum ikki longur eru til eru: Fuglafjarðar klubbi, Vágs klubbi og Kvøldlot.

? Lógin sigur, at klubbaloyvini detta burtur, um teir gevast at virka, og at loyvi at hesum slag ikki verða latin aftur. Bert matstovuloyvi verða hereftir latin, sigur Rúni Joensen.