Nýggj skúlaskipan fyri høvuðsstaðin

- Ein stórur spurningur hevur verið at byggja ein nýggjan skúla í staðin fyri verandi Venjingarskúla og Kommunuskúla, sum so verða lagdir saman. Arbeiðsbólkurin tekur fult undir við hesum, men mælir til, at ætlanin verður framskundað til 2015.

Soleiðis verður tikið til í einum áliti, sum fyrr í dag varð handað Heðin Mortensen, borgarstjóra og Jógvani Arge, formanni í mentamálanevndini hjá Tórshavnar kommunu.

Eitt álit um skúlabygnað og skúlabygging í Tórshavnar kommunu varð annars í november 2011 lagt fyri býráðslimirnar og skúlastýrini. Talan er um eina heildarætlan fyri árini 2012-2021. Í álitinum er lagt upp til fleiri broytingar, sum fevna um alla skúlaskipanina í kommununi.

Ein arbeiðsbólkur umboðandi tey 11 skúlastýrini í Tórshavnar kommunu hevur nú viðgjørt álitið, og seinnapartin í dag handaði Joan Neshamar, sum hevur verið forkvinna í bólkinum, Heðini Mortensen, borgarstjóra, og Jógvani Arge, formanni í mentamálanevndini, niðurstøðurnar frá arbeiðsbólkinum.

Tá talan er um skúlabygging metir bólkurin tað hava týdning at byggja so mikið rúmsátt, at pláss er fyri fríum skúlavali, tilflyting og vøkstri í barnatalinum. Tí skal talið av sporum í einstøku árgangunum ikki vera ov lágt.

Eitt evni til viðgerðar hevur verið skúlaskiftið. Í álitinum verður lagt upp til, at Velbastaðar-, Kaldbaks-, Nólsoyar-, Sankta Frans- og Kollafjarðar skúli hava næmingar til og við 6. flokki, og síðani flyta næmingarnir í annan og sama skúla við tí endamáli at styrkja fakligu fortreytirnar í hádeildini, tvs. 7.-9. flokki. Sum heild er semja um endamálið, men hetta hevur avleiðingar fyri ávísar skúlar.

Arbeiðsbólkurin er eisini samdur um, at Nám X skal skipast sum sjálvstøðugur skúli við egnari leiðslu, og at Nám X verður á Argjum, í Argja skúla.

Verður undirvísingarskyldugi aldurin ikki fluttur niður í 6 ár, mælir arbeiðsbólkurin til, at forskúli verður skipaður í øllum skúlum.

Í álitinum verður lagt upp til heildarskúla, og hesum tekur arbeiðsbólkurin undir við, men arbeiðsbólkurin metir, at fortreyt fyri heildarskúla við skúla, forskúla og frítíðarskúla er ein eintýðug leiðsla.

Í bólkinum hava sitið:

Anny Niclasen, skúlastýrið í Nólsoyar skúla, foreldraumboð

Frank Jacobsen, skúlastýrið í Sankta Frans skúla, foreldraumboð

Bogi Henriksen, skúlastýrið í Venjingarskúlanum, foreldraumboð

Kirstin Ellingsgaard, skúlastýrið í Kaldbaks skúla, foreldraumboð

Bjørg Danielsen, skúlastýrið í Skúlanum á Argjahamri, foreldraumboð

Ingi á Smið, skúlastýrið í Eysturskúlanum, starvsfólkaumboð

Oluf Müller, skúlastýrið í Hoyvíkar skúla, starvsfólkaumboð

Hanus Joensen, skúlastýrið í Tórshavnar Kommunuskúla, skrivari

Høgni Joensen, skúlastýrið í Skúlanum við Løgmannabreyt, skrivari

Karin Hammer, skúlastýrið í Kollafjarðar skúla, skrivari

Joan Neshamar, skúlastýrið í Velbastaðar skúla, skrivari