Mánamorgun klokkan 10 verður tann fyrsti fyrrapartssendingin hjá Hilmari Jan Hansen á skránni hjá Rás2.
Sendingin hevur fingið fólksliga heitið "Snikk Snakk".
Fyrri senditímin millum klokkan 10 og 11 fer at snúgva seg um ítrótt. Róð verður aftur á tað, sum er hent í føroyska ítróttarheiminum í vikuskiftinum. Seinni senditímin millum klokkan 11 og 12 fer at snúgva seg um annað enn ítrótt, og verður tað ein breið vifta av málum sum verða umrødd.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu sum Árni Gregersen hevði við Hilmar Jan Hansen í farnu viku, har teir báðir umrøða nýggju fyrrapartssendingina, sum byrjar klokkan 10 í morgin.
Øll kunnu hoyra sendingina "Snikk Snakk" á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.