Í dag klokkan 15 fór Rás2 aftur í luftina í Klaksvík.
Ætlanin er at senda regluliga úr Klaksvík týsdag millum klokkan 15 og 17. Tað eru teir kendu »Heimabeitis-vertirnir« Steintór Rasmussen og Erik Biskopstø, sum stýra mikrofonini og knøttunum.
Fyrstu gestirnir, sum bodnir vórðu á gátt, vóru borgarstjórin, Gunvá við Keldu og varaborgarstjórin, Jógvan Skorheim
- Tað er hugaligt at fáa Rás2 aftur til bíggjar, verður sagt úr Klaksvík.
SKrivað hevur Dávur Winther