Nýggj sølubúð og goymsla í Vági

Arni D. Brattaberg, sum saman við Rakul Borg Brattaberg átti Torgið í Vági, er ikki arbeiðsleysur, tó at handilsmiðstøðin er seld.

Síðan Arni D. Brattaberg og Rakul Borg Brattaberg seldu handilsmiðstøðina Torgið í Vági í summar, er Arni D. Brattaberg, sum eisini er formaður í TF Holding, lopin út í eina nýggja uppgávu.

 

- Eg havi havt bókhaldið hjá P/F Tangavirkinum í Vági í eini 15-16 ár, og eg var handilsleiðari í sølubúðini hjá fyritøkuni, tá Tangavirkið bygdi upp í og læt upp sølubúð í ár 2000. Tá vit so fóru at byggja Torgið í 2007 og vórðu liðug og lótu upp í 2008, gavst eg í sølubúðini hjá Tangavirkinum.

 

Men, hóast Arni og Rakul fóru undir egna handilsfyritøku í Vági, hevði Arni tó framvegis bókhaldið hjá Tangavirkinum øll árini. Arni D. Brattaberg sigur, at nú Torgið er selt, er hann aftur farin at arbeiða hjá Tangavirkinum.

 

- Tangavirkið eigur bygningin, har Bovlinghøllin helt til. Í kjallaranum er rúmlig smiðja, og nú arbeiði eg við at gera hølini í ovaru hæddini til handilshøli og goymslu.

 

Seinastu tíðina hevur hann brotið niður í ovaru hæddini, har bovlingvirksemi var, og hetta arbeiðið er nú liðugt, og timbur er komið inn á gólvið.

 

Arni D. Brattaberg sigur, at verandi sølubúð hjá Tangavirkinum er umleið 60 fermetrar, men umstøðurnar í nýggju hølunum verða so nógv størri og betri. Nýggi handilin verður millum 200 og 220 fermetrar, og goymsluplássið verður umleið 200 fermetrar.

 

Sjálvur er Arni D. Brattaberg ikki útbúgvin timburmaður, men hann smíðaði í sínari tíð síni egnu hús sjálvur yvir eini trý ár, og tá tey lótu Torgið byggja, var hann at kalla hvønn einasta arbeiðsdag og hjálpti til. Haraftrat kemur, at Tangavirkið hevur nógvar góðar handverkarar í starvi. 

 

- So, hetta finna vit nokk út av saman, sigur fryntligi vagbingurin.

 

Hann vísir á, at nýggju og stóru handilshølini fara at hava alt hvs til vanlig viðskiftafólk, og síðan verða onnur og størri ting, sum eitt nú kommunur og vinnulív eftirspyrja, inni á stóru goymsluni.

 

- Tá arbeiðið er liðugt, fer Tangavirkið at hava eina nógv størri sølubúð, eins og goymsluumstøðurnar á somu hædd sum handilin verða nógv betri enn í dag.

 

Arni D. Brattaberg sigur, at málið er, at tá fólk skulu byggja sær eini hús, so skal Tangavirkið kunna levera alt, sum brúkast skal innan hvs og baðirúmsmøblar. Haraftrat skal goymslan fevna um meginpartin av tí, sum kommunur og vinnulív eftirspyrja innan økið hjá Tangavirkinum.