Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður
Landsstýrið eigur sjálvsagt eisini at seta sær stór mál fyri komandi árið. Okkara mandat til at stýra og skipa fyri í hesum landi, hvílir á, at vit megna at taka skilagóðar avgerðir í tøkum tíma.
Tá tað kemur til fíggjar- og búskaparmál eiga vit at seta okkum tvey greið, men sera týdningarmikil mál. Annað er, at vit nú taka okkum saman og gera nakrar bygnaðarligar broytingar í samfelagnum, sum fáa okkara strukturella ella bygnaðarliga hall á fíggjarlógini burtur. Hetta er eitt mál, sum hevur ligið á láni í mong Harrans ár. Hitt er, at ein fíggjarlóg nú skal haldast, og at afturvendandi yvirtrekk hoyra fortíðini til. Hetta hevur tíverri eisini ligið á láni í mong ár.
Hvat lærdu vit av kreppuni í 90´árunum?
Fyrst og fremst lærdu vit, at tað skal nakað heilt serligt til, áðrenn vit fáa tikið okkum saman til at taka nøkur stór stig. Vit máttu tá eins og nú staðfesta orðafellið um, at neyð lærir nakna kvinnu at spinnna. Tá kreppan sum ein búskaparlig tsunami tók dik á seg seinast í 80´unum og fyrst í 90´unum, var tað truplasta av øllum at fáa okkum sjálvi at skilja, at nú var vandi á ferð.
Men kreppan kom, og vit sum vóru nýggj í politikki tá, fingu ein sannan elddóp. Neyðin setti okkum til rokkarnar at spinna. Vit skóru yvir nøkur fá ár almennu útreiðslurnar á fíggjarlógini við umleið 900 mió. kr., vit settu ALS-skipanina í verk, vit skóru vinnuligar stuðlar burtur fyri eina hálva milliard, vit settu skipan í verk til tess at minka veiðitrýstið á fiskastovnarnar, vit bjargaðu peningastovnunum við 2,7 mia. krónum, vit settu eina røð av nýggjum lógum í gildi um m.a. bankar og sparikassar, um roknskaparreglur og um partafeløg.
Nógv av hesum politisku tiltøkum, sum tá vóru framd, høvdu neyvan verið framd av egnum vilja, um ikki umstøðurnar vóru hesar heilt serligu, umframt eftir boðum frá lángevaranum, sum tá var danski staturin. Talan var veruliga um bygnaðarligar broytingar ella reformar, og tíðin aftaná prógvaði, at hesar broytingar vóru skilagóðar og neyðugar. Hetta var ivaleyst eisini medvirkandi til, at vit longu í 1996 aftur høvdu javnvág á almennu roknskapunum.
Tað løgna er tó, at síðan kreppan í 90´unum hasaði av, og meðan vit høvdu nógvu góðu árini rundan um aldarskiftið og síðani, hava vit næstan ikki rørt hond frá síðu til tess at koma okkum longur fram á leið við neyðugum broytingum í royndini at fáa strukturella hallið hjá almennu kassunum burtur.
Bygnaðarligu trupulleikarnir
Nú vit síggja stíg vera komnan í búskapin, má sigast, at løtan nú aftur er lagalig til skilagóðar avgerðir. Tað, sum ikki ber til, tá tíðirnar eru góðar, ber - so løgið tað enn ljóðar - sera væl til at gera, tá tað gongur ímóti. Tá stígur er í búskapinum er vanliga forstáilsi fyri broytingum munandi størri, enn tá alt rekur við. Politiskt er tað tí eisini lættari at fáa framt átøkini í eitt nú komandi ári, hava vit politiska ryggin nóg sterkan.
At okkara fíggjarlóg hevur eitt strukturelt hall vil siga, at tá vit taka ávirkanina frá konjunkturunum burtur, so hongur ikki saman hjá okkum millum inntøkur og útreiðslur. Tá góðar tíðir eru, so hava vit eitt alt ov lítið avlop og leggja tískil ov lítið til síðis. Tá tíðirnar hin vegin eru ímóti okkum, so verður hallið á fíggjarlógini alt ov stórt, og tískil brúka vit ov skjótt upp okkara uppsparing.
Heldur ikki nú, har vit ikki beinleiðis hava sæð tekin um kreppu, tí vit hava einki arbeiðsloysi havt, hava vit ikki megnað at havt avlop á fíggjarlógini.
Strukturelli trupulleikin er, at okkara inntøkur eru ov veikar til tess at bera útreiðslurnar, sum vit hava av at reka samfelagið Føroyar. Onkur kann eisini siga, at tað er tí, at útreiðslurnar eru ov stórar til tær veiku inntøkurnar. Men uttan mun til, hvussu vit velja at kalla tað, so er úrslitið tað sama, at lutfallið millum inntøkur og útreiðslur er ikki tað rætta.
Hvat kann gerast fyri at rætta upp á tað?
Fyrst og fremst kunnu vit syrgja fyri, at almennu útreiðslurnar eru tær røttu til tann almenna bygnaðin, sum vit ynskja. Kjarnuuppgávurnar til heilsumál, skúlamál, almannamál og samferðslu vilja vit øll hava so góðar sum gjørligt, men sjálvsagt fyri tann rætta kostnaðin. Tí eru “budgettanalysurnar”, sum landsstýrið er farið undir, sera týdningarmiklar. Vit hava gjørt tær fyrstu viðvíkjandi heilsuverkinum og fara í komandi ári at lýsa almannamálini.
Men umframt hesar kjarnuuppgávurnar, hevur tað almenna eina røð av øðrum útreiðslum ár um ár. Eru allar hesar hóskandi, ella kundi tær verið lagdar um. Hvat við eitt nú stuðulsskipanum, sum enn hanga eftir á fíggjarlógini? Skulu almennu Føroyar framhaldandi stuðla ávísum vinnum, ella skulu vit gera, sum vit gjørdu í 90´unum, taka tær av. Og hvussu leingi skulu kreppuloysnirnar vera virknar?
Men eisini á inntøkusíðuni mugu vit tora at taka kjakið upp. Er tað rætt, at vit framhaldandi bara skatta lønir. Hvørja ferð fleiri krónur skulu brúkast, so stilla vit somu skrúvu, nevniliga skattin á lønini, meðan onnur viðurskifti í samfelagnum liggja púrasta óskattaði. Her nevnir Búskaparráðið uppskot um eina skattaumlegging, har lønarskatturin verður minkaður, og í staðin verður ein bústaðarskattur settur í verk. Eitt sera áhuagvert íkast i kjakið um breiðkan av skattagrundarlagnum. Hesin hevði so síðurstillað leigarar og eigarar, umframt at hesin hevði skattað tey mongu, sum eftirhondini eru skattafrí í okkara samfelag eitt nú tey mongu, sum eru undir DIS, NIS ella FAS.
Harumframt hava vit ikki sett spónin í greytin, tá tað kemur til at krevja gjald fyri alt tilfeingið, sum almenna Føroyar býta út ókeypis hvørt einasta ár. Her eru eisini møguleikar, sum kunnu lætta um hjá lønmóttakaranum, sum hevur staðið einsamallur við rokningini øll árini.
Tað verður neyðugt, at vit tora politiskt at viðgera allar spurningar bæði viðvíkjandi inntøkum og útreiðslum. Einki má sigast at vera ov “heilagt” fyri nakran, at tað ikki kann viðgerast í álvara. Tað er júst áðurnevnda mandat hjá samgonguni, sum krevur av okkum sum landsstýrið, at vit taka neyðug stig.
Fíggjarstýring/fíggjarlógareftirlit
Vit hava nú fingið samtykt eina fíggjarlóg, áðrenn fíggjarárið byrjar 1. januar. Uttan mun til, hvussu samtykta fíggjarlógin annars sær út, so er tað positivt, at vit nú hava fíggjarliga stýringsamboðið frá fyrsta degi av. Hóast hetta sjálvandi er tað vanliga, so skulu vit minnast til, at bæði í 2004 og 2008 høvdu vit fyribilsfíggjarlógir ella provisoriskar fíggjarlógir, sum er sera uppslítandi fyri stovnsleiðslur og politisku skipanina.
Vit hava mongu seinastu árini verið plágaði av eini røð av eykajáttanarlógum. Hetta er í sjálvum sær ein ósiður, tí slíkar skulu bert gerast, tá uttanfyristandandi ella ókendar umstøður knappliga broyta kendu fortreytirnar, sum vóru, tá fíggjarlógin var samtykt.
Tá eitt landsstýrisfólk verður varug við, at játtanin ikki kemur at halda, so má okkurt gerast í tøkum tíma. Er ynski um, at meiri pengar skulu játtast, so má fáast at vita frá løgtinginum, um vilji er til tess ella ei. Er ikki vilji til tess, so mugu stig takast, sum avmarkar brúkið av játtanini, so hon ikki verður yvirtrekt við ársenda. Er talan um lógarbundna útreiðslu, so má materiella lógin broytast, so pengarnir passa til givnu veitingarnar.
Tí gevur tað als onga meining, at ein eykajáttanarlóg verður avgreidd í jólamánaðinum, tí tá kann landsstýrisfólkið einki gera, og ivaleyst eru pengarnir longu brúktir.
Eg kundi tí hugsað mær, at vit í 2009 avmarka okkum til tvær eykajáttanarlógir. Onnur í apríl/mei og hin í august.
Men harumframt verður neyðugt, at Fíggjarmálaráðið hvønn mánaða fær váttan frá ráðunum, undirritað av aðalstjóra og landsstýrisfólki, at brúkið av játtanunum gongur sum ætlað, og at einki talar fyri yvirtrekki. Hin vegin, so kann Fíggjarmálaráðið seta ráðunum viðkomandi spurningar um játtanir, og hvørjar ætlanir ráðið hevur, um ein útreiðsla rennur ov skjótt út.
Stig fara at verða tikin til at fáa samtykt eina játtanarlóg, ið setur greiðar reglur fyri nýtsluni hjá landinum, og somuleiðis setir greiðar karmar fyri arbeiðnum at gera fíggjarlóg.
Útlitini
Vit noyðast at ásanna, at Føroyar eins og øll onnur heimsins lond standa frammanfyri einum tíðarskeiði, har búskapurin ikki kemur at vaksa, og helst fáa vit eitt stytri skeið, har búskapurin kemur at minka eitt sindur.
Orsøkin til hetta er heimsumfatandi fíggjarkreppan, sum er elvd av grískni og vantandi politiskari stýring. Neoliberalistiska tankagongdin er sloppin at blóma ótálmað, og harvið hevur meginreglan verið, at frammanundan pengasterku spekulantarnir skulu hava fríar teymar til at gerast enn ríkari. Hendan hugsjón stendur nú fyri falli. Vit mugu gera okkum greitt, at tað ikki longur ber til at hálova ótálmaðum frælsum marknaðarkreftum, men at eisini politisk stýring má til. Her meini eg ikki við, at vit skulu venda aftur til planbúskapin. Men tað er neyðugt, at kapitalurin hevur greiðar reglur at virka eftir í samsvari við politiska myndugleikan, somuleiðis sum tað eisini er neyðugt at gera greitt, at tað er politiski myndugleikin, ið stílar fyri landsins lógum og hevur avgerðarrættin.
Útgangsstøði okkara at møta einari einari búskaparligari afturgongd er tó í nógvar mátar gott. Vit hava ídag einki arbeiðsloysi, og vit hava eina sera væl konsolideraða arbeiðsloysisskipan. Stóra føroyska uttanlandaskuldin er burtur, og ídag eiga vit enntá nettoáogn uttanlands. Skuldin hjá landi og kommunum er eisini komin niður á eitt rímuligt støði. Veðhald og aðrar skuldbindingar fyri vinnulívið eru burtur.
Vit noyðast at síggja í eyguni, at neyðugt verður at hava hall á almennu kassunum fyrstu árini, men landsstýrið fer at leggja alla sína orku í at fáa hetta hall vent til avlop, so hvørt sum tíðirnar batna aftur.
Tó eiga vit at gera okkum greitt, at tað, ið vit spjaða til úr landskassanum við vissu økir um virksemið og harvið byrgir upp fyri øktum arbeiðsloysi, og at tað er við til at gera framtíðina meira umhvørvisliga burðadygga. Tí skulu vit nýta fíggjarkreppuna sum høvi at gera íløgur í m.a. skúlar, røktarheim, heilsuverk og undirstøðukervið – og sanniliga eisini íløgur, ið gera okkum minni bundin av oljuni í framtíðini.
Tað er neyðugt at taka tøkini nú. Um arbeiðsloysið og stagnatión sleppur at taka yvir, verður verri at venda gongdini aftur.
Eins og tað var, tá ultimativa kommunisman fall fyri tjúgu árum síðani, so verður tað aftur hesa ferð boð eftir teimum hóvligu politisku hugsjónunum, sum eisini mugu taka upp eftir ultimativu kapitalismuna. Uppgávan verður nú at avmarka rokningina, sum send verður vanliga fólkinum, sum enn einaferð má standa við endan.
Vónandi gerast vit klókari.
Eg ynski øllum føroyingum eitt gott nýggjár.