Kæru landsmenn burturi og heima
Gamlaárskvøld steðga vit á og líta aftur á farna árið, eins og vit gera okkum tankar um nýggja árið við ókendum møguleikum, ábyrgd og avbjóðingum.
Vit hava seinastu árini verið vælsignaði við stórum vøkstri og framburði í landi okkara. Alt hevur gingið við ? góður fiskiskapur, høgir prísir, vøkstur og framburður á øllum økjum. Seinasta árið hevur ikki hilnast eins væl.
Vánaligur prísur á rækjum, laksi, hýsu og upsa eins og trupulleikar í alivinnuni hevur gjørt, at vit fyri fyrstu ferð seinastu sjey árini hava eina lítla niðurgongd í okkara búskapi.
Vit hava ein væl útbygdan fiskiflota og góð virkir á landi, og vit kunnu frøðast um, at væl hevur gingist hjá parti av fiskiflotanum í ár. Tó hava rækjuskipini havt tað sera tungt.
Vónandi fara prísirnir á rækjum, hýsu og upsa at hækka aftur, soleiðis at hesin parturin av flotanum fer at koma fyri seg í nýggja árinum.
Orsakað av versnandi kappingarføri, verkfallið í vár og lágum fiskaprísum hevur úrslitið hjá fiskavirkjunum verið í lakara lagi í ár. Vónandi kemur vend í, soleiðis at tað fer at vignast betri í nýggja árinum.
Tað er at harmast um, at alivinnan í løtuni er í djúpari kreppu orsaka av sjúku og lágum prísum. Vit høvdu sett stórar vónir til hesa vinnu, men mugu ásanna, at tað kann ganga skjótt hvønn vegin.
Men ikki er at falla í fátt. Eg havi tað álit á okkara vinnulívsfólki, at tey fara at herja á aftur, og at alivinnan aftur fer at gerast ein munadygg vinna.
Stóri vøksturin í búskapinum seinastu árini hevur givið okkum møguleika at betra munandi um umstøðurnar á øllum økjum.
Vit hava eitt vælvirkandi heilsuverk og síggja fram til, at útbyggingin av Landssjúkrahúsinum verður liðug. Hetta fer millum annað at gera viðgerðarmøguleikarnar munandi betri.
Barnaansingin er løgd út til kommunurnar, og er ansingartørvurin nøktaður í stóran mun. Kommunurnar hava veruliga gjørt eitt stórt arbeiði á hesum øki og eiga rós uppiborið fyri tað.
Vit eiga ein fagran og virknan ungdóm, sum sanniliga hevur gjørt vart við seg innan ítrótt, tónleik og á øðrum økjum, bæði her heima eins og uttanlands. Vit kunnu fegnast um avrik hjá okkara songfuglum bæði í Danmark, í Íslandi og longri úti í heimi, og vit kunnu fegnast um ítróttarlig avrik í heimsklassa, eitt nú landsliðs-avrikið í fótbólti móti Týsklandi í summar.
Ungdómurin er framtíðin og eigur at fáa bestu umstøður til útbúgving, frítíðarítriv og til at menna síni evnir á annan hátt.
Útbyggingar á eldraøkinum eru nú settar í verk. Sostatt fáa tey, ið gingu undan bæði á sjógvi og landi, eitt virðiligt lív og góðar umstøður á ellisárum. Tað skylda vit teimum.
Fyri einum ári síðan fingu vit fyrsta undirsjóvartunnulin. Hetta var eitt stórt tak, sum eydnaðist so mikið væl, at vit nú hava sett á at fremja næstu sambindingina av hesum slag, nevniliga Norðoyatunnilin. At binda Norðoyggjar saman við meginlandið verður stórt framstig og fer at gagna okkum øllum. Eg vóni, at hetta arbeiðið eisini fer at eydnast væl, soleiðis at Sandoy og Suðuroy kunnu bindast í meginøkið um ikki so nógv ár.
Eitt annað stórt stig á samferðsluøkinum er nýggja suðuroyarskipið og samferðsluhavnin á Tvøroyri, sum verða veruleiki í komandi ári. Eisini aðrar stórar samferðsluútbyggingar verða framdar í Suðuroy í allar nærmastu framtíð.
Vit liva í einum vælferðarsamfelagi, sum verður útbygt og endurnýggjað. Vit taka alt sum eina sjálvfylgju. Men vit mugu ikki gloyma virðisgrundarlagið ? frælsi at trúgva, virka og at hava ábyrgd og tolsemi móti næsta okkara.
Vit eiga heldur at rætta øðrum eina hjálpandi hond enn at koma við okkara spillandi tungu. Vit skulu leggja okkum sannleiksorðini hjá Mikkjali á Ryggi í geyma, har hann yrkir:
Eydnan er at finna
har grannar semjast væl
har kærleikin man ráða
har blídni er við borð
har mildar tungur sáða
tey mjúku troystar orð
Árið 2003 var kosið: "Ár teirra brekaðu". Tiltøk hava verið kring landið, og vit eru mint á tey í okkara samfelag, ið bera brek.
Tað eru ikki so nógv ár síðan, at fólk, ið bóru brek, vóru send av landinum. Umstøðurnar vóru vánaligar her á landi, og eingi tilboð vóru til teirra.
Síðan seinast í sekstiárunum er hugburðurin millum fólk og politiski viljin broyttur. Nógv er broytt til tað betra.
Yrkingin um plantuna dáan verður ofta tikin fram í hesum samanhangi. Øksini deila og hótta hin bjartoygda dáan, sum veksur upp millum teirra og stendur á teirra jørð:
Men dáin stendur í iva,
og hann hevur ymsan lit:
- Eg havi væl loyvi at liva
her líka so væl, sum tit -
Hesi orð eru verd at hugsa um og taka við okkum, nú "Ár teirra brekaðu" er farið. Tí so sanniliga eigur pláss at vera fyri okkum øllum.
Uttan úr heimi, var tað kríggið í Irak, sum setti dagsskránna í nógvum viðurskiftum. Uttan mun til, hvat vit halda um Irak-kríggið, so kunnu vit øll vera samd um, at neyðugt er at forða yvirgangi, og tí er tað so umráðandi, at frælsi heimurin stendur saman í stríðnum móti yvirgangi.
Tað vóru góð tíðindi at frætta, at fyrrverandi einaræðisharrin í Irak varð handtikin, og verður settur fyri dómstól. Hetta fer at fáa stóran týdning fyri fólkaræðisligu tilgongdina í Irak, og fer vónandi at fremja fólkaræði í øllum miðeystri.
Mong vóru skelkað, tá ið boðini komu um, at svenski uttanríkisráðharrin, Anna Lindh, miskunnarleyst varð tikin av døgum. Slík hending í einum av okkara grannalondum ávirkar eisini okkum føroyingar. Vit seta spurningar uttan at fáa nakað skilagott svar.
Eisini okkara viðurskifti við onnur lond verða alsamt broytt. Vit fingu nýliga eina avtalu við ES, sum inniber, at trupulleikin við eitt nú triðjalandsfiski í høvuðsheitum er loystur. Vit kunnu við hesum innflyta rávøru til Føroyar, eitt nú úr Íslandi og Noregi, og viðgera hana í Føroyum, og síðan at útflyta hana tollfría til ES marknaðin. Føroyski búskapurin fær nú eitt bein afturat at standa á.
Í løtuni liggur ein nýggjur sáttmáli millum Føroyar og Ísland klárur at taka støðu til. Hesin sáttmálin fevnir um frælsi fyri allar vørur, umframt frælsi fyri tænastur, kapital og persónar, tó við nøkrum undantøkum. Hetta merkir, at heimamarknaður okkara verður víðkaður munandi.
Tað var ein stór løta, tá ið Norðurbryggjan lat upp í Keypmannahavn. Eitt slíkt norðurlandasamstarv hevur alstóran týdning fyri Føroyar. Tað eru útnorðurlondini, ið saman við Danmark hava stovnsett ein útnorðurmiðdepil.
Norðurbryggjan er eitt amboð við nógvum møguleikum, bæði fyri mentan og vinnu, og fáa føroyingar høvi til at gera seg galdandi her á mongum økjum.
Samráðingar við danskar myndugleikar um at fremja avtalurnar í samgonguskjalinum um yvirtøkur av málum, hava tikið nógva orku í farna ári.
Nú var komið undir land á fleiri økjum, og seinasta hond skuldi leggjast á yvirtøkulógina. Henda lóg hevði avgreitt viðurskiftini millum Føroyar og Danmark soleiðis, at allur avgerðarrættur til yvirtøkur og framhaldandi sjálvstýristilgongd einans hevði ligið hjá føroyskum myndugleikum og hjá Føroya fólki.
Tí var tað einki minni enn ein vanlukka, at hesin søguligi møguleiki fór fyri bakka, nú stuðulin til mín, sum løgmaður, varð tikin aftur orsakað av mistøkum, sum vóru framd fyri 20-25 árum síðan.
Tað harmar meg, at hesi mistøk hava verið til politiskan ampa, men eg kann endurtaka, at eg havi tikið fulla ábyrgd av umrødda máli.
Hyggja vit afturum, so hava vit nógv at takka fyri. Vit fingu loyvi til at liva eitt ár afturat í friði og náðum í Føroyum. Ríkiliga vóru vit vælsignað við fongi úr havi, bø og haga.
Kortini eru tað fólk í landi okkara, ið eru stúrin, einsamøll og sjúk. Tað eru eisini tey, ið syrgja, tí tey mistu onkran, ið tey vóru góð við. Tankarnir leita til tykkum, ið hava tað svárt og trupult. Tit fáa bestu nýggjársynski við vónini um, at "eftir vetur kemur vár við sól og fjallaroða", sum Robert Joensen tekur til í vakra sálmi sínum.
Fyri framman er eitt nýtt ár. Latum okkum føroyingar í sátt og semju taka ímóti teimum avbjóðingum, sum nýggja árið ber við sær fyri okkara land og fólk.
Vegna Føroya landsstýri takki eg fyri árið, ið fór. Eg ynski sjófólki, landsmonnum okkara í fremmandum londum og øllum Føroya fólki eitt av Harranum signað nýggjár.
Gud signi mítt føðiland Føroyar.