Okkara nýggjárslyfti fyri 2011 skal vera, at vit skulu hugsa meiri um rættindini hjá teimum, sum bera brek. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, sum eisini umsitur lóggávuarbeiðið.
Hon staðfestir, at tað var stórt framstig at seta sáttmálan fyri tey, sum bera brek, í gildi í Føroyum og somuleiðis er kunngerðin um atkomumøguleikar hjá hesum samfelagsbólki eitt stórt framstig.
Men hon staðfestir samstundis, at tað hevur gingið alt ov strilti at fylgja hesum upp. Men í hesum nýgga árinum skal broyting koma í, tí nú skal alt lóggávuarbeiðið taka atlit at fólki, sum bera brek.
- Í dag skal standa í øllum lógaruppskotum, ið verða løgd fyri Løgtingið um tey hava fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur, um tey hava umhvørvisligar avleiðingar og sosialar avleiðingar.
Men nú er ætlanin at tað eisini skal standa í einum lógaruppskoti, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri fólk, ið bera brek.
- Ætlanin er, at hetta skal gera sítt til at varpa ljós á, hvussu eitt lógaruppskot fer at ávirka umstøðurnar hjá fólki við breki, sigur Annika Olsen.
- Sostatt verða embætisfólk, ið arbeiða við lógaruppskotum, og politikarar, alla tíðina mint á viðurskiftini hjá teimum, sum bera brek, tá ið lógaruppskot verða snikkað til, tí hereftir skulu uppskotini lýsa um tey fáa positiva ella negativa ávirkan á viðurskiftini hjá teimum, sum bera brek.
Landsstýriskvinnan staðfestir, at í Føroyum hevur rákið tíverri verið, at vit seta eina ørgrynnu av altjóða sáttmálum í gildi fyri og so halda vit, at alt stendur væl til.
- Hetta er ein skeivur hugburður.
Tí sigur hon, at hesi nýggju krøvini til lógaruppskot skulu minna á at halda teir altjóða sáttmálar, vit hava sett í gildi á hesum øki, so at teir fáa eitt veruligt innihald.