Nýggjárslóg við serstøkum gildi fyri Føroyar

Við hesum verður lýst, at Jantelógin er tikin av. Í hennara stað er nýggj lóg sett í gildi at galda fyri allar Føroyar. Frá 1. januar 2008 er loyvt at:

Trúgva, at tú ert nakað

Trúgva, at tú hevur fullan rætt at nýta tíni evni

Trúgva, at land títt hevur nógvar møguleikar

Trúgva, at vit saman megna tað, vit vilja

Trúgva, at okkara fólk er skapandi og evnaríkt

Trúgva, at okkara vinna kann gerast fult kappingarfør

Vita, at tú hevur fullan rætt til at siga tína hugsan

Vita, at allar skilagóðar avgerðir byggja á vitan

Vita, at hvør einstakur av okkum hevur nakað at geva samfelagnum

 

Tað er vissuliga loyvt at trúgva uppá eina bjarta framtíð, um vit í felag taka ábyrgd.