Javnaðarflokkurin
Jóannes Eidesgaard
Menniskjað aftur í miðdepilin
Eitt ljóst høvd hevur einaferð sagt, at ein dugnaligur politikari er ein, sum dugur at siga, hvat fer at henda í framtíðini, og sum síðani skilagott kann greiða frá, hví tað ikki hendi, sum hann hevði spátt.
Hetta er tíðin, tá ið vit steðga á og gera støðuna upp. Ársfrágreiðingar og ársroknskapir um farna árið hoyra tíðini til, men samstundis er hetta tíðin, har metingar verða gjørdar um nýggja árið, sum vit standa á gáttini til.
Fyrsta árið í nýggju øldini hevur verið merkt av, at tað gekk okkum til vildar á flest øllum økjum. Hóast vit ongan tjóðarroknskap hava, so hava vit havt stóran búskaparligan vøkstur. Eins kørg, sum náttúran var við okkum í byrjanini av 90-unum, eins rík hevur náttúran verið móti okkum seinastu árini. Hetta saman við góðum fiskaprísum og øktum útflutningi hevur aftur skapt optimismu og lívsmót í føroyska fólkinum. Og júst hesar umstøður áttu at verið besti gróðrarbotnur fyri veruligum frambrotum í føroyska samfelagnum.
Men árið í ár eins og undanfarnu tvey árini hevur stórt sæð bert verið merkt av tí eina málinum um fullveldi í hesum valskeiðnum. Men nú knappliga trý ár eru farin av valskeiðnum, so tykist sum um, at oddafiskarnir í fullveldismálinum eru komnir eftir, at upprunaleisturin ikki vann undirtøku. Sum størsti andstøðuflokkur mugu vit fegnast um, at okkara boðskapur um skilagóðar broytingar av ríkisrættarliga málinum, eftir øllum at døma nú eisini fær undirtøku millum samgonguflokkar og samgongupolitikarar.
Landsstýrið hevur nú valt at saðla um, júst sum vit bóðu teir gera eftir fyrsta samráðingarumfar. Men tó er ætlan teirra enn so lítið ítøkilig, at neyvan teir sjálvir fult út eru greiðir yvir, hvør næsti leikur verður. Men lat okkum nú síggja.
Vit kunnu bara øll vera samd um, at framtíðarstøða Føroya má nú finna sína endaligu loysn. Vit mugu fáa hetta málið av dagsskrá fyri at geva pláss til onnur mál.
Í hesum stórpolitiska tjaki er menniskjað og felags ábyrgd fyri hvørjum øðrum dottin niðurímillum. Vit liva í eini tíð, har alt ov mong blint trúgva, at marknaðarkreftirnar einsamallar fara at loysa øll mál. Og í júst hesum liggur tað ein stór ábyrgd á allari fakrørsluni og okkum í Javnaðarflokkinum um at draga menniskjað inn aftur í fokus. Sjálvandi skulu vit brúka marknaðarkreftirnar, men tað skulu vera vit menniskju, sum hava tamarhald á hesum kreftum og ikki øvugt.
Fyri framman liggja stór mál og bíða okkum. Av hesum er pensiónsmálið uttan iva tað størsta. Tað er eingin loyna, at vit fegnir vildu verið partur av hesum arbeiði, sum skal finna eina endaliga loysn, men uppaftur meiri týdningarmikið er tað, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum fáa ein týðandi leiklut.
Góðu búskaparúrslitini seinastu árini hava tíverri ikki merkt batar fyri allar samfelagsbólkar og allar samfelagstænastur. Hetta tí at vit í liberalismurnar heilaga navni eru vorðin so profitorienterað, at vit heilt gloyma, at samfelagið er menniskjuni. Samfelagið er ikki skipanir og lyklatøl, men kjøt og blóð.
Tí er mítt ynski fyri 2001, at vit fáa menniskjað aftur í miðdepilin. At tey virði, sum skapa felagsskapin og styrkin í hesum vinna frama. At øll mál verða loyst, so tey muna so mongum sum gjørligt.
Og við hesum fáu orðum vil eg ynskja øllum føroyingum eitt gott nýggjár.
Miðflokkurin
Jenis av Rana
Hvør ger av, hvussu 2001 fer at verða?
Seinnapartin hósdagin møtti eg einum av ungu monnum okkara, mitt á Áarvegnum í Havn. Glaður og smílandi heilsaði hann mær, prátið var vinsælt og positivt, og hann hevði á munni hvussu glaður og optimistiskur føroyingurin var- 2000 hevði vignast væl fyri flestu, og vónirnar fyri framman vóru bjartar.
Jú, signingar Harrans hava verið nógvar í farandi ári, og mong spáa tað sama fyri komandi.
Men hvør avgerð tað, og hava vit møguleika fyri ávirkan? Neyvan avgerða vit fiskiskap ella fiskaprísir, svarar tú óivað, neyvan heldur rentustøðið, og neyvan veður og vind ella framtíðarstøðu okkara annars- ella hvussu?
Í Himli situr Hann, sum ein dagin myndaði og skapti Himmal og jørð- úr ongum! Eins og tá ynskir Hann enn í dag at mynda og skapa. Vit lesa í lyftisbók Hansara, at eygu Hansara skoða yvir alla jørðina og Hann ynskir at hjálpa tí, sum heilhjartaður er við Honum.Tann tjóð, tann familja, tann persónur, sum setur álit sítt á Hann, kann fult út rokna við dagligu hjálp hansara í øllum viðurskiftum- eisini í Føroyum.
Kann verða at vit í 2001 koma at uppliva broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya, kann verða, at viðurskifti okkara við E.S. broytast, kann verða at onnur týdningarmikil viðurskifti fyri samfelag okkara eisini broytast, alt tað er fjalt fyri okkum í skrivandi løtu, men lyftið um hjálp og trygd Guds broytist ikki! Hetta er grundarstøðið vit valdu at byggja politikk Miðfloksins á, og so verður framyvir ivast onga løtu í tí!
Á varðhaldi tá á stendur, verður eisini framyvir eitt av lyftum floksins! Tú, sum náttúrliga óttast broytingar í ríkisrættarligu støðu okkara, tú, sum av ringum royndum óttast raðfestingar ( ella kanska manglandi raðfestingar) politikkaranna, tú skalt vita, at vit verða har, ið á stendur! Rødd okkara verður at hoyrast, og vit fara at forða fyri at rættur teirra veiku verður brotin! Vit fara, vónandi saman við tær, at søkja Hann, sum veit hvat tænir okkum best. Hann ynskir okkum øllum eitt gott 2001, og Hann avgerð einsamallur, hvussu tað árið fer at vignast. Men avgerðandi fyri úrslitið verður tað álit, tú og eg vísa Honum.
Tjóðveldisflokkurin
Høgni Hoydal
Ábyrgdarinnar ár hjá føroysku tjóðini
Jólini og nýggjárið er okkara háttur at prísa lívsvirðini og lívsins ringrás. At seta tey veruligu virðini, okkara kæru og næstakærleikan í hásæti.
Vit lata nakrar av skuffunum upp í teirri óendaligu kommoduni, sum menniskjasinnið er. Hjá nógvum eru skuffur, fyltar við tungari sorg. Tær kunnu kanska bert gloppast og ikki dragast út fyrr enn í komandi árum. Men hjá flestum eru vónandi eisini skuffur á tremur við góðum minnum og hendingum, sum standa útdrignar. Til reiðar at goyma tað nógva, sum nýggja árið hevur at bjóða. Væl útborin til at møta bæði gleði og sorg - og tí vanliga gerandisdegnum.
Føroyska tjóðin hevur havt nógv at gleðast um í brátt farna ári. Nógvir av okkara landsmonnum, sum noyddust at fara av landinum, flyta nú heimaftur í stórum tali. Eftir tey døpru kreppuárini, valdar á flestu økjum dirvi, vón og áræði.
Tað er eins og tað várar nógvastaðni í Føroyum. Á bygd og í bý gongur sjón fyri søgn, at har fólk í felag seta sær nakað fyri - har grør. Neyvan nakrantíð áður hevur verið so stór framgongd innan mentan, vinnulív, búskap og á sosiala økinum, sum seinastu tvey árini.
Tó er ongin orsøk at halda, at nú gongur bert framá í Føroyum. Tað verður hvørki í komandi ári ella tey næstu, at Føroyar veruliga kunnu sigast at vera komnar úr kreppu. Tað fer at taka mong ár, at byggja upp aftur tað, sum er mist av ábyrgdarloysi og at rætta nøkunlunda uppá órættvísið, sum er framt.
At vit longu aftur eru farin á glið móti ábyrgdarloysinum merkja øll, sum tíma at lurta eftir føroyskum politikki í løtuni.
Komandi árið verður eitt ár, har tjóð okkara skal taka stórar avgerðir, sum krevja samanhald, áræði og treysti.
Í ár 2000 fingu vit staðfest, at føroyingar verða ikki viðurkendir sum tjóð. Tað vil siga, sum eitt fólk, ið hevur rætt til sjálvt at taka avgerð um sína stjórnarskipan og sum hevur ognarrættin til sítt náttúruríkidømi.
Í ár 2001 skal føroyska tjóðin sjálv á fólkaatkvøðu staðfesta sín rætt og sína skyldu til at taka fulla ábyrgd av øllum viðurskiftum.
At vit taka við teirri fullu ábyrgdini av okkara landi, er fortreytin fyri at megna tær mongu stóru avbjóðingarnar, sum liggja beint fyri.
Í ár 2001 verða fyrstu royndarboringarnar eftir olju undir Føroyum. Staðfesta vit ikki okkara tjóðarrættindi, hava vit heldur ikki staðfest okkara ognarrætt til undirgrundina og hava sostatt ikki fult ræði á gongdini, sum kann vera sera vandafull fyri alt samfelagið.
Í ár 2001 fara ábyrgdarloysið og útgjaringin frá 80?unum at spøkja í Føroyum í enn størri mun, enn vit hava sæð í ár 2000. Vit fara hvønn dag at síggja og hoyra fólk, sum lova gull og grønar skógir, um vit bert lata standa til.
Mín vón er, at vit øll kunnu standa saman um at gera ár 2001 til ábyrgdarinnar ár hjá føroysku tjóðini ? uttan mun til partapolitiskar ósemjur.
Eg ynski øllum føroyingum eitt gott og eydnuberandi nýggjár.
Sambandsflokkurin
Edmund Joensen
Heimsrákið er samband ? sama hvat Vølvan spáar
Nýmótans tíðin eitur samband, tí eingin hevur nokk við seg sjálvan. Liberalur sosialur Sambandspolitikkur er ?inn? í framkomna heiminum.
Fólk í nútíðarsamfelagnum vilja sjálvi sleppa at velja. Hvør einstakur vil hava valfrælsi og sosiala trygd.
Svarið uppá tað er liberalur, sosialur sambandspolitikkur. Hann er eisini ?inn? í okkara framkomna parti av heiminum.
Dagliga rákið er, at fólkið í okkara parti av framkomna heiminum kastar saman á nøkrum økjum í ríkisfelagsskapi, fyri á tann hátt at fremja felags besta. Vit eru vitni til, hvussu menningin í evropeiska ríkisfelagsskapinum gongur við rúkandi ferð, og at langar bíðirøðir eru fyri at sleppa við.
Í Føroyum hendir tað øvugta. Føroya landsstýri ger alt, sum gerast kann, fyri at loysa, og kvetta bondini í okkara egna ríkisfelagsskapi.
Høvuðsorsøkin er helst, at flokkar hava ikki broytt politikk í heila øld og vilja tí gera júst, sum tá Ísland fyrst í farnu øld avgjørdi at loysa frá Danmark. Teir loysingarhugaðu hugsa ikki um, at onnur tíð er galdandi. Politiska skipanin, mentanin og fólkahugsanin vóru ørvísi tá og hvør tíðin skilir ikki aðra. Føroyar eru júst í eini liklastøðu saman við Danmark í ríkisfelagsskapinum. Ein liklastøða sum er gullverd fyri føroya fámentu tjóð.
Liberalur, sosialur sambandspolitikkur gevur bæði ríkisborgararættindi og atgongd og frælsi til at velja. Frælsi í ríkinum, og frælsi í ES og í heimshøpi.
Føroyar eiga sítt náttúrliga pláss í okkara framkomna parti av heiminum gjøgnum ríkisfelagsskapin. Tað er upp til okkum sjálvi at gera av, um vit nýta hetta plássið.
Sum partur av danska ríkinum hava Føroyar sjálvandi rætt til fullan ES limaskap við undantøkum, á sama hátt sum Álandsoyggjarnar hava fullan limaskap við undantøkum sum atland hjá Finnlandi.
Ein slík skipan gevur Føroyum allar fyrimunir og allar møguleikar fyri at fáa lut í, og at verða við í menningini av Evropa.
Við verandi skipan hava føroyingar flestu vansarnar, tó uttan fyrimunirnar. Hetta er ikki ein haldbar støða.
Fremstu serfrøðingar eru samdir um at fylgjan av loysingini hjá sitandi landsstýri gerst ein stór niðurgongd í livifóti, stór fólkafráflyting, ríkisborgarrættindi hvørva umframt aðrar skerjingar í rættindum føroyinga. Hesum vilja vit í Sambandsflokkinum forða fyri. Sambandsflokkurin hevur fulla svarið uppá ein modernaðan politikk. Ein politikk, sum gevur føroyingum allar framtíðar møguleikar, og fullan lut í heimsmenningini.
Sambandsflokkurin og ríkisfelagsskapurin eru alternativið. Tey eru lykilin og borganin fyri eini tryggari framtíð í Føroyum.
Við ynski um eitt av Harranum signað nýggjár!