Nýggjársheilsan: Vit liva ikki av partabrøvum eina

2007 var eitt gott ár og útlitini fyri 2008 eru somuleiðis góð. Men latum okkum saman minnast til, at politikkur ikki bert snýr seg um at fylgja ráðunum frá teimum máttmiklu og ríku. Politikkur snýr seg um at skapa vælferð fyri einstaka menniskjað í felagsskapinum

Vit kundu gamlaárskvøld taka saman um og fegnast um eitt gott ár við búskaparligum framburði og øktari vælferð. Vit kundu fegnast um, at tað gongur væl í Føroyum, og at útlitini fyri 2008 eru góð.

 

Tað gongur við rúkandi ferð í føroyska samfelagnum. Men samstundis sum arbeiði er til allar hendur, kann búskaparligi framburðurin kortini lættliga breiðka munandi um gjónna ímillum tey ríkastu og tey, ið ikki megna at fylgja við. Skyldan hjá okkum politikarum er at syrgja fyri, at byrgt verður upp fyri hesum.

 

Øll skulu við

Tað er gott, at tað gongur væl í Føroyum. Men meðan politikarar og nýríka yvirstættin fegnast um partabrævasølur og høgar kursir, skulu vanligu føroyingarnir við eini starvsmannaløn uppá góðar 20 túsund krónur í part, rinda 3 milliónir fyri ein bústað, um tey eins og flest onnur ynskja at seta búgv í miðstaðarøkinum saman við báðum børnum teirra.

 

Umframt hetta er neyðugt at rinda fleiri túsund krónur um mánaðin fyri barnaansing, sum fortreyt fyri at sleppa út á arbeiðsmarknaðin. Síðani eru tað túsundkrónuseðlarnir til millum annað mat, klæði og obligatoriska bilin, ið skal fáa logistikkin at hanga saman.

 

Her er lítið pláss at hugna sær við partabrævakursum, prospektum sum góða nátt lesnaði og at dansa við í privatiseringsdansinum. Tí privata roknistykkið gevur undirskot. Hesir “vanligu” føroyingarnir sleppa ikki at eta fínar døgurðar saman við nýríku yvirstættini.

 

Harumframt ger økta arbeiðsbyrðan hjá teimum flestu tað trupult at fáa sameinað familju- og arbeiðslív. Og tískil liva fólk støðugt við ringari samvitsku antin móti familjuni ella arbeiðsplássinum.

 

Soleiðis er støðan hjá vanligu familjuni. Hvaðna verri er hon hjá einsamalla uppihaldaranum.

 

Tippa gjónna

Tá eg brúki so nógva orku uppá hesi viðurskiftini í hesi nýggjársheilsanini, er tað fyri at vísa á, hvørjar politiskar avbjóðingar, ið liggja fyri framman eftir valið 19. januar.

 

Tað er gott, at tað gongur væl í Føroyum. Men tað er okkara skylda sum politikarar at syrgja fyri, at tað gongur væl hjá øllum í Føroyum. Serliga er hetta ein skylda, ið áliggur okkum, ið eru partur av Javnaðarflokkinum og harvið sosialdemokratisku hugsjónini, ið byggir á Frælsi, Javnstøðu og Samhaldsfesti.

Ein keta er ikki sterkari enn veikasti liðurin. Soleiðis er eisini við einum samfelag. Ikki fyrr enn tey veikastu hava tað gott, hava vit nátt Tí góða samfelagnum. Uppskriftin verður so væl útgreinað í rakstrarrópinum hjá felagsskapinum Javna, tá tey siga: “Í einum samfelag, har tey veikastu hava tað gott, hava øll tað gott!”

 

Latum okkum saman minnast til, at politikkur ikki bert snýr seg um at fylgja ráðunum frá teimum máttmiklu og ríku. Politikkur snýr seg um at skapa vælferð fyri einstaka menniskjað.??Fari til endans við orðum frá Peturi Mohr Dam, sála, at minna okkum øll á, at aftan fyri framgongdina hjá einum og hvørjum samfelag liggur stríðið hjá arbeiðandi fjøldini. Vit liva ikki av partabrøvum og privatiseringum eina.??Hann baksast má for breyðið sítt?og balast hart og stríða?tann arbeiðsmaður, ofta títt?í armóð, neyð má líða.?Hann fosturlandi fagnað ber.?Teir frægu tó ei fata,?at uttan hansar hollu gerð?teir ongan munnin mata.