Fólkavøkstur
Fólkatalið í Føroyum er støðugt vaksið hesi seinastu árini og heldur hendan gongdin fram, verður tað ikki leingi til tað hevur set met.
Seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni og Landsfólkayvirlitinum, vísa, at 30. september búðu 46.801 fólk í Føroyum og so nógv fólk hava ikki búð her síðani í 1986, tá vit vóru 46.272 fólk í Føroyum.
Hagstovan og Landsfólkayvirlitið meta, at á nýggjárinum fara 47.056 fólk at búgva í Føroyum. Tá ið flest fólk búðu í Føroyum, var tað í 1989, tá ið 47.839 fólk búðu her, ella 783 fólk fleiri enn metingin vísir, at fólkatalið verður á nýggjárinum.
Heldur metingin um fólkavøksturin restina av árinum, verður tað kanska longu næsta ár, ella í 2003, at fólkatalið fer at seta met.
Frá 1. januar í ár til 30 september vaks fólkatalið í Føroyum 605 fólk. Hetta er tí, at tað bæði flutti fleiri fólk til landið enn tað fluttu av landinum og tí at fleiri fólk eru fødd, enn tað doyði. Hesar fyrstu níggju mánaðirnar í ár fluttu 1.411 til Føroyar og 1,020 fluttu av landinum. Hetta sama tíðarskeiðið vórðu 477 landsmenn føddir og 263 doyðu og tilsamans gevur nettotilflytingin og burðaravlopið áðurnevnda fólkavøkstur upp á 605 fólk.
Minkar bara í Klaksvík
Verður hugt eftir tølunum í stórum, er tað bara í Klaksvík, at fólkatalið minkar. 1. januar búði 4.780 fólk í Klaksvík og 449 fólk í Hvannasundi, men 30 september búðu ávikavist 4.747 og 445 fólk í hesum báðum plássunum. Tað er ein afturgongd uppá 0,7% í Kkalsvík og 0,9% í Hvannasundi.
Annars er fólkatalið í Norðoyggjum annars vaksið 1,1%.
Annars er tað í økjum, sum ofta hava verið taldir uppí útjaðaran, at fólkatalið veksur mest. Bæði í Sandoynni og í Vágum vaks tað 3,2% fyrstu níggju mánaðirnar í ár. Í Sandoy búðu 1.448 fólk 1. januar og 1.494 fólk 20 september og í Vágum 2.648 fólk 1. januar og 2.732 fólk 30. september.
Í báðum plássum er talan um eina lutfalsliga stóra nettoflyting. Í tíðini frá januar til september í ár flutti 50 fólk uttanlands í Sandoynna og 17 flutti úr oynni uttanlands, og 45 flutti aðrastaðni úr Føroyum í Sandoynna og 40 fólk flutti úr Sandoynni, aðrastaðir í Føroyum.
Næstan sama mynstrið er í Vágum. Heili 99 fólk flutti úr útlondum í Vágar og 28 flutti úr Vàgum, uttanlands. Hinvegin fluttu 51 fólk í Vágar aðrastaðni í Føroyum, men 53flutti úr Vágum.
Nú er eisini gongdin so smátt við at venda í Suðuroynni. Har búði 4.964 fólk tann 1. januar, men nú er tað komið upp á 5.042 fólk. Talan er um ein vøkstur uppá 1,6% og har er fólkatalið vaksið í øllum bygdum. Men her er talan um eina nettoflyting, tí tað doyggja framvegis fleiri suðuroyingar, enn tað verða føddir. Í januar til september doyðu 45 suðuroyingar og 36 vórðu føddir.
Vaksið 17,8% í Havn
Í høvuðsstaðnum vaks fólkatalið 1,4% níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár, tí fyrsta januar búðu 17.748 fólk í Havn og 30. september var tað komið upp á 17.988, ella 240 fólk fleiri.
Viðmerkjast skal, at nú er Kollafjørður taldur upp í.
Tað er hent, takkað verið einum burðaravlopið. Tað eru 205 nýggir havnarborgarar føddir hesa tíðina og 83 eru deyðir og tað gevur so eitt burðaravlop uppá 122 fólk. Harafturat hevur talan verið um eina nettotilflyting uppá 118 fólk.
Hetta er samstundis tað mesta, sum nakrantíð hevur búð í Havnini. Í 1989 búðu 16.232 fólk Í havn og í Kollafirði, men í 1995 minkaði tað niður í 15.276 fólk. Vøksturin frá 1995 til 2001 hevur verið 2.666 fólk, ella 17,8%.